Endaliga loysnin liggur nær Javnaðarflokkinum

Jóannes Eidesgaard sigur seg vóna, at lansstýrið fer at endurskoða samráðingarútspæl sítt, so ein loysn kann finnast á ríkisrættarliga spurninginum, ið fólki tekur undir við

John Johannessen


? Eg vóni, at landsstýrið fer at endurskoða samráðingarútspæl sítt til ríkisrættarligu samráðingarnar. Útspælið leggur upp til fullveldi, meðan veljarakanningin hjá Útvapinum og Dimmalætting sýnir okkum, at føroyingar heldur ynskja víðkað sjálvstýri. Tí má landsstýrið taka veljaran til eftirtektar og broyta samráðingargrundarlagið.

Hetta sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, eftir úrslitið av veljarakanningini hjá Útvarpi Føroya og Dimmalætting.

Jóannes Eidesgaard heldur, at um landsstýrið letur vera við at taka kanningina til eftirtektar, men í staðin heldur fram at samráðast eftir tí leisti, sum lagt varð upp til á seinasta samráðingarfundinum, fer endaliga sáttmálauppskotið at fella við eina føroyska fólkaatkvøðu. Hetta, heldur hann, fer at elva til miklar ruðuleika í samfelagnum og somuleiðis til kílar í samstarvinum við Danmark.

Jóannes Eidesgaard heldur tískil, at nakað, ið líkist sjálvstýrisuppkskoti Javnaðarfloksins, verður brúkt sum grundarlag undir samráðingunum.


Nýggj samgonga

Tað kann ikki væntast, at Tjóðveldisflokkurin fer at verða sinnaður at broyta samráðingaruppleggið, soleiðis, at landsstýrið í staðin fyri at samráðast um fullveldi, heldur fer at samráðast um víðkað sjálvstýri. Tí síggja bæði formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, og formaður Sambandsfloksins, Edmund Joensen, eina nýggja samgongu sum bestu loysnina á ríkisrættarliga spurninginum.

Hesir báðir andstøðuleiðararnir eru samdir um, at bæði Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin høvdu tikið undir við, at samráðingarleisturin varð broyttur soleiðis, at víðkað sjálvstýri var endamálið.

Jóannes Eidesgaard sigur tað vera ógvuliga trupult at vísa á nakað annað enn sjálvstýrisuppskot Javnaðarfloksins, at nýta sum grundarlag fyri ríkisrættarligu samráðingunum hjá einari aðrari samgongu. Men kortini vísir hann á, at tað eigur at bera til at samráða seg til eitt uppskot millum hesar flokkar.


Serfrøðingar viðmæla uppskotinum

Formaður Javnaðarfloksins sigur seg hava ráðført seg við nógvar viðurkendar serfrøðingar, bæði áðrenn og eftir, at sjálvstýrisuppskotið varð gjørt. Hesir serfrøðingar viðmæla, sambært Jóannesi Eidesgaard allir sjálvstýrisuppkostinum.

Ein av hesum mongu serfrøðingunum, Jóannes Eidesgaard, hevur havt samband við, er doktarin í løgfrøði, Frederik Harhoff. Hesin er, sambært Jóannesi Eidesgaard, sannførdur um, at sjálvstýrisuppskotið er besta uppskotið. Hetta gjørdi Frederik Harhoff eisini greitt í viðtalu við Føroysku Tíðindastovuna í Keypmannahavn beint eftir spurnarorðaskiftið á fólkatingi um ríkisrættarligu støðu Føroya.

Doktarin í løgfrøði fegnaðist um, at danski forsætisráðharrin hevði nevnt økt føroyskt sjálvstýri, ið ikki kann takast aftur, sum ein møguleika. Hann vísti á, at stjórnin nú á fyrsta sinni hevði viðurkent, at grundlógin heimilar, at Danmark letur frá sær vald í tíð og ævir. Harhoff vísti Føroysku Tíðindastovuni á, at tað áður hevur verið ført fram, at heimastýrislógin er ein delegatión, sum í prinsippinum kann takast aftur, um tá hóvar fólkatinginum. Men nú hevði stjórnin alment viðurkent, at grundlógin heimilar delegatiónum, sum ikki kunnu takast aftur.