Endaligt: Tað verður eingin umróður

Ítróttardómstólurin hevur endaliga gjørt av, at úrslitið í genturóðrinum á eystanstevnu verður ikki broytt

Síðani eystanstevnu, sum var 16. juni, hevur genturóðurin henda dagin verið viðgjørdur á skriviborðum. Nú – ein mánað seinni – hevur Ítróttardómstólurin hjá ÍSF endaliga avgjørt, at úrslitið verður soleiðis, sum tað var á Skálafjørðinum leygardagin 16. juni.

 

Róðurin hevur verið viðgjørdur í Róðrarsambandi Føroya, sum gav kæraranum, Hvalvíkar Streymnesar Róðrarfelag, viðhald. Harvið varð úrslitið strikað og umróður varð dømdur at vera á jóansøku.

Argja Róðrarfelag og Hósvíkar Róðrarfelag kærdu avgerðina til Dómsnevndina hjá Róðrarsambandi Føroya, sum ógildaði avgerðina hjá Róðrarsambandinum, og so varð ikki róð umaftur á jóansøku.

 

Róðrarfelagið Knørrur kærdi úrskurðin hjá Dómsnevndini hjá Róðrarsambandi Føroya til Ítróttardómstólin við kravi um, at avgerðin hjá Róðrarsambandi Føroya um, at úrslitini frá róðrinum skuldu ógildast og umróður verða, skuldi standa við.

 

Í gjár segði ítróttardómstólurin sín úrskurð, ið er hesin eftir nágreiniliga og langa útgreining, sum kann lesast á niðanfyri standandi leinkju:

Grundað á frammanfyri standandi samtykti ein samdur Ítróttardómstólur at staðfesta úrskurðin hjá Dómsnevndini hjá Róðrarsambandi Føroya, tó við teirri grundgeving, at tað ikki er heimilað í reglum og viðtøkum viðvíkjandi kappróðri fyrisitingarliga at døma umróður ella ógilding av róðri í sambandi við tjóvstart.

 

Úrslitið í róðrinum millum 5-mannafør við gentum á eystanstevnu: Blikur, Falkur, Drekin, Tambar, Báran, Beinta, Frúgvin, Kollur, Sílið, Fenja, Stubbin, Royndin Fríða og Knúkur.

Í FM kappingini eru fýra teir fremstu bátarnir undan ólavsøku: 1 Blikur 37 stig, Tambar 35 stig, Drekin 27 stig og Falkur 25 stig.

 

https://isf.fo/wp-content/uploads/2018/07/2018-07-14-%C3%9Arskur%C3%B0ur-%C3%8Dtr%C3%B3ttad%C3%B3mst%C3%B3lsins-vi%C3%B0v-gentur%C3%B3%C3%B0rinum-%C3%A1-Eystanstevnu-2018.pdf