- Er tað rætt, at sterk føroysk reiðarí gjalda fyri raksturin av kappingarneytum hjá Miðlahúsinum? Tað hjálpir so ikki upp á raksturin, sum – mótsætt Sosialinum – hevur givið milliónahall seinastu árini, sigur Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum í viðmerking til grein á portal.fo í gjár.
Tí portal.fo skrivaði í gjár eina grein um, at ávaringarlampurnar blunka í Miðlahúsinum, hóast úrslitið hjá felagnum hevur verið gott. Men Eirikur Lindenskov afturvísir hesum pástandi í viðmerking í dag.
- Greinskrivarin endurgevur úr ársroknskapinum ymiskt, sum hann tó hevur misskilt. Hann sigur millum annað, at Sosialurin hevur eina millumrokning hjá atknýttum feløgum upp á 12,2 milliónir krónur. Tað er ikki rætt. Sambært roknskapinum eru millumrokningar fyri 8,5 milliónir krónur. Tað er heldur ikki rætt, at skuldin hjá Sosialinum er góðar 8 milliónir krónur. Bankaskuldin er sambært roknskapinum 5,8 milliónir krónur tann 31. januar í fjør. Árið fyri var eingin bankaskuld, men tað er tí, at skuld er flutt upp úr dóttirfelag. Viðmerkjast skal, at Sosialurin fyrr hevur sett av ímóti tapi í dóttirfelagnum góðar 2,8 milliónir krónur, skrivar Eirikur Lindenskov í dag.
Víðari vísir hann á, at Sp/F Sosialurin hevur ein solvens á 44% og ein vinning eftir skatt á 821.000 krónur.
- So tann rætta søgan at siga er, at Sosialurin isolerað sæð hevur sunn roknskapartøl at vísa á, hóast nakað tyngt av skyldunum hjá atknýttu feløgunum, skrivar Eirikur Lindenskov
Reiðarí standa aftanfyri miðlar
- Einasti skrásetti partaeigari í Sp/F Knassum, sum rekur portal.fo er risastóra og sterka reiðaríið í Gøtu, P/F Varðin, skrivar Eirikur Lindenskov og vísir á, at í Miðlahúsinum eru tað starvsfólk, sum standa aftanfyri raksturin, meðan tað á portalinum og Dimmalætting eru reiðarí. Á Portalinum, ella Sp/F Knassum, sum eigur portal.fo, er tað P/F Varðin, sum stendur aftanfyri við einum eginpeningi á 1.250.240.000 krónur. Hjá Dimmalætting er tað hinvegin P/F Kimbil, sum stendur aftanfyri raksturin.
- P/F Dimmalætting hevur eisini bara ein partaeigara, og tað er eisini eitt reiðarí, P/F Kimbil í Havn, hvørs endamál stutt og greitt er: »...at eiga og reka fiskiskip«. P/F Kimbil er eisini eitt sterkt felag, um ikki so sterkt sum P/F Varðin í Gøtu. Eginpeningurin hjá P/F Kimbil er í seinasta ársroknskapi góðar 73 milliónir krónur, skrivar Eirikur Lindenskov.
- Ríki reiðarin skal kanska hava okkurt afturfyri at rinda undirskotið hjá miðlunum. Fáa valdsharrar og kapitalurin valdið á fjølmiðlunum, tá er tað, at sjálvt endamálið við at vera ein miðil er í vanda, skriva Eirikur Lindenskov í viðmerking.
Les alla viðmerkingina við at trýsta her