Fimm dystir eru seinnapartin í dag á skránni í Formuladeildini. Allar uppgerðirnar eru í meginøkinum ? í Klaksvík, Runavík, Streymnesi, Havn og á Argjum.
Tað eru grovir ælingar í morgun, og sambært veðurstovuni verður sama veðrið seinnapartin. DMI segði í frásøgnini klokkan 8 í morgun frá fitt av vindi av norði og útnyrðingi og grovum ælingum, kanska eisini heglingsælingum.
21. umfar í dag
KÍ-VB/Sumba: Ransin N. Djurhuus kl. 15
NSÍ-B36: Eiler Rasmussen kl. 15
HB-B71: Petur Reinert kl. 17.00
EB/Streymur-Skála: Jens P. Brattalíð kl. 15
AB-GÍ: Rúni Gaardbo kl. 15
Støðan eftir 20 umfør
B36 44 stig
NSÍ 44 stig
HB 36 stig
EB/S 36 stig
Skála 26 stig
KÍ 25 stig
GÍ 23 stig
B71 22 stig
AB 14 stig
VB/S 11 stig