Bæði í Fuglafirði og í Eysturkommunu – Gøtunum og Leirvík – var skattainntøkan í fjør hægri, enn hon var tað í fyrraárið. Felags fyri báðar kommunurnar var, at vøksturin var lægri, enn hann var í miðal fyri allar kommunurnar.
Í miðal fyri allar kommunurnar var vøksturin í kommunuskatti 4,17 prosent.
Í Eysturkommunu var vøksturin 3,09 prosent, og í Fuglafjarðar kommunu, sum fevnir um Fuglafjørð, Kambsdal og Hellurnar, var vøksturin 1,75 prosent.
Leingi sá tað út til, at talan fór at verða um lítlan ella ongan vøkstur í Eysturkommunu. Tá ið tað varð gjørt upp fyri oktober var vøksturin fyri tíggju teir fyrstu mánaðirnar 0,60 prosent.
Í november og desember var talan um heilt stóran vøkstur í inntøkunum sammett við somu mánaðir í 2017. Tað bar við sær, at samlaði vøksturin varð 3,09 prosent. Í desember var vøksurin 12,72 prosent, og í november var hann 12,61 prosent. Fyrstu mánaðirnar í seinna hálvári vóru slakir. Í juli var vøksturin -0,86 prosent, í august var hann -2,11 prosent, og í september var hann -3,25 prosent.
Samlaða skattainntøkan í Eysturkommunu var í 2018 88.866.214 krónur, sum var 2.607.367 krónur fleiri enn í 2017.
Samlaða skattainntøkan í Fuglafjarðar kommunu var í 2018 63.392.614 krónur ella 1.091.467 krónur fleiri enn í 2017. Tað svarar til eina hækking á 1,75 prosent.
Vøksturin í Fuglafirði í desember var 6,88 prosent sammett við desember í 2017.