Amerikanska rúmdarferjan Endeavour var á síni seinastu ferð í gjár. Eftir at hava flogið lágt uppi yvir fleiri býum í Kalifornia setti ferjan seg á altjóða flogvøllin í Los Angeles, har hon nú skal á eitt savn hjá einum vísindastovni.
Endeavour fleyg ikki við egnari megi, men stóð uppi á takinum á einum Boeing 747-flogfari. Amerikonskir fjølmiðlar siga, at rættiliga fitt av fólki var komið saman at síggja rúmdarferjuna á hennara seinastu ferð í luftini.
Á ferðini úr Florida til Los Angeles fleyg Boeing-flogfarið við Endeavour lágt uppi yvir býnum Tucson í statinum Arizaona til tess at heiðra tingkvinnuna Gabrielle Giffords, sum slapp livandi frá einari drápsroynd í fjør. Maður hennara, Mark Kelly, var skipari á Endeavour, tá ferjan var úti í rúmdini fyri seinastu ferð.