Endiliga glapp tað aftur hjá B71

1 DEILD: Eftir tríggjar javnleikir á rað vann B71 trivaligan heimasigur ímóti HB, sum nú er sjey stig frá bjargingini

Sandoyingar styrktu í dag um sína støðu á stigatalvuni. B71 vann trivaligan 3-0 sigur ímóti teimum næstbestu hjá HB. Sigurin ber við sær, at B71 nú er á fimta plássi. Tað eru tvey stig aftur til TB, og tað er eitt stig fram til AB. Tað er eingin vandi fyri niðurflyting, og spurningurin er, um tað framvegis er møguleiki fyri at flyta upp.

 

Fimm tær næstu ferðirnar vera avbjóðingarnar stórar, tí B71 fer nú at spæla ímóti teimum trimum, sum eru ovast á stigatalvuni – B36 (h), Víkingur (ú) og FC Suðuroy (h) – so verður tað ímóti AB(ú) og TB (ú).

 

Úrslitini tríggjar tær seinastu ferðirnar vóru 1-1, og tí kendist 3-0 heimasigurin ímóti teimum næstbestu hjá HB søtur hjá sandoyingum. Hetta var fyrsti heimadystur hjá B71 inni í Dal síðani 22. juni, tá ið tað endaði við 2-1 tapi ímóti FC Hoyvík. Ein heimadystur hevði síðani tá og fram til í gjár verið. Hann var spældur á ólavsøku á Tórsvølli, tá ið tað millum B71 og AB endaði 1-1.

 

Hóast talan var um málleysan javnleik inntil í 64. minutti, so siga tølini, at heimaliðið hevði greiða yvirvág. Tá eydnaðist tað Kristian Krog Hentze eftir hornaspark at seta hol á. Hetta var fyrsta málið hjá honum í ár.

 

Seks minuttir seinni økti Tijani Yakubu um leiðsluna til 2-0, og eitt lítið korter seinni staðfesti Tijani Yakubu 3-0 sigurin. Í báðum førum var tað Áki Hentze, sum átti uppleggið. Hann var í dag sambært FaroeSoccer fyri 70. ferð á B71 liðnum í landskappingardysti í næstbestu deildini.

 

Tijani Yakubu hevur skorað 11 mál og er ovast á máltindinum saman við Rana Hansen í Víkingi og Fríða Holm í FC Suðuroy. Ganesiski álopsspælarin Tijani Yakubu var fyrstu ferð í Føroyum og B71 í 2011 og 2012. Í 2017 spældi hann við Giza Hoyvík, og síðani 2018 hevur 34 ára gamli Yakubu umboðað B71. Nú hevur hann skorað 80 mál í 175 dystum í næstbestu deildini.

 

HB liðið liggur tungt í sjónum. HB hevur 11 stig og er aftast. FC Hoyvík, sum mánakvøldið fer at spæla í Gundadali ímóti B36, hevur 14 stig, og á áttanda plássi hevur KÍ 18 stig.

 

Leygardagin fær HB vitjan av TB. Tá ið HB 15. juni var í Trongisvági var úrslitið 1-1.