Seinasta mikukvøld sá eg filmin "Enemy of the State" í Havnar Bio. Annan høvuðsleiklutin, og tann leiklutin sum gjørdi filmin verdan at síggja, hevði hin framúrskarandi leikarin Gene Hackman. Jon Voight, sum ein minnist saman við Dustin Hoffman í filminum "Midnight Cowboy", smæddist heldur ikki burturímillum. Men hin uppreklameraði Will Smith! Møguliga var leikluturin hjá honum bara at vera eitt slag av sjarmerandi ífyllu, tí nógv meiri var hann ikki. Maðurin er fínur rappari, og ikki heilt sørur humøristur, men sum mótspælari hjá Hackman? Nixen! Og lat meg siga tað beinanvegin, filmurin er heldur ikki nakað stórverk. Harafturímóti setir filmurin spurningar, og spurningar av allar størsta týdningi fyri demokratiið.
Tann Gene Hackman filmurin sum hevur tiltalað meg mest, var "The French Connection". Har er Hackman hin neurotiski amerikanski løgreglumaðurin, sum uppá allar mátar stendur í andsøgn til teir meiri upplýstu, og kanska eisini meiri fínligu fronsku starvsfelagirnar. Hansara speið er býttisligt, og rakar ongantíð seymin á høvdið. Hansara matvanar eru knýttir at pylsuvognum og kioskum, og samtalurnar sum hann førir eru somikið flatar, at man hálvgum krimpar tærnar. Kortini hevur hevur hann nakrar eginleikar, ið gera at tey ið koma at kenna hann, hava álit á honum. Og tá á stendur, t.v.s. tá óndskapurin møtir tí vreiðu rættvísuni hjá Hackman, tá broytist hann til ein figur sum fyri tað kundi verið stigin út úr Gamla Testamenti. Man fær varhugan av at "The French Connection" eisini er ein roynd at vísa lyndismunin á tí unga virkisfýsna Amerika, og hinu megin tað vakra og tignarliga Evropa, ið meir og minnið er lamið av alskyns fyrilitum. Tað verður annars nomið við sama tema í sjónleikinum "Tann gamla daman kemur til býin", sum hevur premieru í Sjónleikarhúsinum fyrst í februar mánað.
"Enemy of the State" er ein hundrað prosent spenningsfilmur, ja somikið spennandi er hann, at eg tvær reisur undir sýningini var eg noyddur at hugsa um mína vatngoymslu. Og tað finst onki meiri forargiligt enn at skula órógva síðufólkini tá filmshjólini mæla undir hátrýsti. Møguliga hugsaði onkur sum mátti draga beinini til sín, at hatta miðaldrandi prostatavrakið for fanin kundi havt katetrið við sær. Og at eg soleiðis órógvaði fólk, gjørdi at eg fann mær ein meiri einsligan sess longur frammi í salinum. Man kann so sjálvandi spyrja, um tað er eitt listarligt kriterii, tá ein filmur ávirkar bløðruna. Ja hví ikki? Tróndur Paturson gjørdi í hvussu so er eitt gosvatn við standmynd uppi í SMS, og hetta váta listarverkið aktiveraði bløðruna hjá bæði starvsfólki og viðskiftafólki í meira enn 10 ár, líka til teir skrúvaðu kranan fyri.
Skráseting í Føroyum
"Enemy of the State" snýr seg um tað modernaða amerikanska samfelagið, har øll meir ella minni eru skrásett og eru undir eftirliti. Og akkurat tað fekk meg at hugsa um donsku loyniløgregluna PET, sum í hesum døgum hevur fingið almenna ljóskastarin settan á seg. Eisini her heima eru røddir frammi, sum ynskja at fáa at vita, um PET hevði nakað virksemi í Føroyum. So tøkk fái Jóannes Eidesgaard, sum hevur biðið landsstýrismannin Høgna Hoydal um at kanna málið. Og uttan at leggja meg út í teirra virksemi meira enn hægst neyðugt, so havi eg eina lítla viðmerking.
Tað var nevniliga floksfelagin hjá Jóannes Eidesgaard, Jákup Lindenskov, sum á sinni kriminaliseraði býarsamtyktina fyri Tórshavn. Sum landsstýrismaður skrivaði hann undir lógina ið gevur løgregluni heimild at spjaða ella at handtaka eina mannamúgvu ið telur meiri enn 5 fólk. Og akkurat tann lógin varð í 1982 brúkt móti blokaduvaktunum hjá Føroya Sjómannafelag. V.ø.o. gjørdi sosiali demokraturin Jákup Lindenskov sítt til, at blokaduvaktirnar endaðu í geglinum. Ikki tí, ongin okkara doyði av viðferðini. Vit blokeraðu soleiðis sum man eigur at blokera. Nøkur blivu bitin av hundum, og summi fingu lurkarnir at smakka, tá Suni Vinther og hansara hetjur herjaðu á. Afturat tí fingu vit bót, og sótu í tvey samdøgur í brummuni. Av føroyskum advokatum var tað bara D.P. Danielsen sum viðgjørdi hetta ófantaliga inntriv. Men hetta hendi í teimum døgum tá Jóannes Eidesgaard var eitt óskrivað politiskt blað. Eg minnist hann í hvussu so er ikki í almennum tjaki. Møguliga var hann byrjaður sum kommunalpolitikkari á Tvøroyri, og hví ein kommunalpolitikkari skal brýggja seg um nakrar blokaduvaktir í Havn, og sum omaná alt, lógu í fakligum stríði við hansara táverandi partamann Óla Jacobsen, tað er kanska ov nógv at krevja.
Men at blokaduvaktirnar blivu skrásettar, tí ivist eg ikki í. Spurningurin er bara í hvørjum kartoteki. Øll samfeløg hugsa um sína trygd, og at billa sær nakað annað inn, er ófyrigeviliga bláoygt. Hetta merkir víðari, at øll samfeløg hava eitt meira ella minni umfatandi stikkaravirksemi. Í skjalagoymsluni hjá "Arbejderbevægelsens bibliotek og arkiv", eru føroyskir søgumenn komnir framá nøvnini hjá fleiri av teirra landsmonnum. Tað vil í høvuðsheitum siga nøvnini hjá tjóðveldismonnum, sum í 50'unum vóru mettir at vera ein vandi fyri javnaðarrørsluna, og kanska eisini fyri sambandið Føroyar/Danmark. Um PET var til í 50'unum, tað veit eg ikki. Og fyri so vítt hevur tað heldur ikki týdning í hesum sambandinum. Tað, sum er áhugavert, er, at tað finnast stovnar, ið so at siga samla uppá privat loyndarmál hjá fólki. Lesir man tað sera áhugaverda søguverkið hjá Peturi Martin Rasmussen "Den færøske sprogrejsning", verður man skelkaður av framferðarháttinum, ella rætt og slætt stikkaravirkseminum hjá t.d. provst Petersen og Oliver Effersøe. Teir hveptu seg ikki við at uppgeva nøvnini á teirra landsmonnum fyri maktini í København.
Í skaldsøguni "Vidnet" sum Richard Wright gav út í 1953, ger høvðuspersónurin Cross Damon eina roynd at skifta identitet. Hann roynir at strika síni spor, m.a. við at festa eld á fólkayvirlitið har hann er skrásettur. Men hvørja skrivstovu skal ein føroyskur Cross Damon festa eld í, um hann ætlar sær at skifta identitet? Tann skrivstovan finst ikki longur! Ella beinari, takkað verið nýmótans skrásetingartøkni, finnast nú upplýsingar um teg allastaðni. Á fólkayvirlitinum. Á býráðsskrivstovuni. Hjá ALS. Inni á teldunum hjá bankum og sparikassum. Á psykoatrisku deild. Hjá tannlæknanum. Allastaðni ert tú skrásettur. Løgreglan hevur upplýsingar um teg (man hon hava nakað tilknýti til PET?). Arbeiðsgevarin hevur vitan um teg, og líkaleiðis fakfelagið. Allastaðni liggja pettir av tínum identiteti. Og verður alt miðsavnað, tá er onki sum eitur privatlív longur. Tá ert tú eitt ótrúliga nakið menniskja. Og eru tað fólk sum ikki vilja tær væl, tá broytist tú til eina neyðars marionettdukku í teirra hondun. Og júst tað er poengið í filminum "Enemy of the State".
Clint Eastwood og vit
Tá eg sum 18 ára gamal var á veg til Danmarkar at fáa mær eitt realskúlaprógv, kom eg í prát við ein eitt sindur eldri havnardrong umborð á Krónprinsinum. Vit tosaðu aftur og fram um tingini. M.a. fortaldi eg at eg skuldi byrja á skúla í Tølløse, men at eg eisini ætlaði mær at hyggja at Clint Eastwood filmum, tá eg kom til Kongsins Kjøbinhavn. Og til mína stóru undran, læði hesin havnardrongurin at mær. At eg veruliga kundi vera so býttur at fara til Danmarkar at hyggja eftir hasum brutala Clint Eastwood! Men so býttur var eg, og framvegis dámar mær væl at síggja teir brutalu Eastwood filmarnar. Teir eru líkasum bygdir yvir kaos, á eina vónleysa støðu har vit og skil ongan góðan eigur. Men tá heimurin er drenaður fyri meining, tá kann tað henda at Moses kemur oman av Sinai fjallinum við lógini. Og Eastwood ger fyri so vítt tað sama. Men ístaðin fyri lógartalvuna, hevur hann seksløbaran í hondini. Og soleiðis er eisini við nógvum leiklutum hjá Gene Hackman. Tá skaddan hongur svørt og loðin, kemur eitt ordiligt fólk oman av fjallinum. Og viðkomandi nýtist ikki at skara framúr í dygdum. Slett ikki. Eg fái maðk av øllum hesum klorvaskaðu Jesus typunum. Tær eru beinleiðis ómenniskjasligar í síni atferð. Tær seta krøv sum ongin megnar at liva upp til, og tá ein skamfullur kapitulerar frammanfyri eina fyrimynd, tá er tað at skuldarkenslurnar, heil- og hálvlygnirnar, undanførslurnar og dupultmoralurin byrjar.
Fyrimyndir
Hin vegin hava øll fyrimyndir, og ikki bara tvær og tríggjar, men fleiri og á nógvum ymiskum økjum. Poul Henningsen, Eldridge Cleaver og Roland Barthes, hava allir verið fyrimyndir og havt týdning fyri meg á greinskrivingar økinum. Palli í kajkioskini bleiv eisini ein fyrimynd, tá vit vóru saman umborð á Kongshavn í 67 og 68. Lagaligur, raskur og heilt sjálvsama sterkur, og so dámdi manninum at drekka eitt glas og bæði tvey. "Gid jeg var en loppe på et damelår", njóraði eldri beiggi hansara Hendrik, meðan hann dró tungar dergur við toski upp av botni. Frálíkir menn, tað slagið hvørs ryggir man byggir vinnulívið á. Eg kundi nevnt nógvar aftrat, men poengið hjá mær er, at fyrimyndin evnar at gera ella at siga tað, sum fólk innast inni vita er rætt og neyðugt. Tað er teirra setningur. Hvussu viðkomandi annars er skrúvaður saman, er óviðkomandi. Soleiðis gav Jóannes Bóndi tí nývaknaðu føroysku tjóðini mál í 1888 við yrkingini "Nú er tann stundin", og fjórðings øld seinni byrjaðu kvinnur og menn at stovnseta føroysku fakfelagsrørsluna, eitt tak, ið seinni skapti Javnaðarflokkin, rithøvundan Martin Joensen, og annars gav arbeiðarastættini lykilin til framtíðina í hondina. Og síðani tá eru nógv stríðsmál vunnin, men eisini nógv eru tapt. Arbeiðarastættin hevur havt trupulleikar við lyklinum, og er komin á hurðar, ið leiddu inn harðskap og svartasta vesaladóm. Men hví føroyski javnaðarflokkurin í dag ikki barslar okkurt, ið ber brá av nýhugsan og flottum hugburði, er í veruleikanum løgið. Tí nettup í tí flokkinum finst eitt ríkt potensiali, ið treingir til at loysast úr lagdum. Í dag er flokkurin í stóran mun stýrdur av einum karrikaturteknara. Tað er sjálvandi originalt, men eg vil ikki kalla tað politiskt uppbyggjandi. Bíligt brigsl, láturliggering og eftirrationaliseringar, og alt skrýtt við penninum hjá Óla Petersen, tað er javnaðarpolitikkur í dag. Og í veruleikanum er tað ein skandala. Ein flokkur við tí førningi sum javnaðarflokkurin ber, kunnu vit ikki vera fyriuttan í hesum sjáldsama skeiði í okkara søgu. Um ikki annað, so fyri at forða teimum í at útviklast til tað reinu 5. kolonnu.
Vilja oyðileggja
tað almenna
Sum fyrr nevnt, eru nógvir av filmunum hjá Eastwood og Hackman bygdir yvir kaos, á eina vónleysa støðu, har vit og skil ongan góðan eigur. Árini aftaná 1992 ráddi kaos í Føroyum, bæði hvat arbeiðsloysinum viðvíkti, men eisini í ríkisrættarliga sambandinum millum Føroyar/Danmark. Støðan skapti Verkamannafylkingina, og at Tjóðveldisflokkurin kom so sterkur inn á ting í fjør, botnar í tí sama. Men meðan Eastwood og Hackman eru serfrøðingar í tí skitna og brutala arbeiðinum, eigur man at kunna krevja av politisku flokkunum, at teir síggja longur fram í tíðina. Víst hevur núverandi samgonga sett ein stásiligan politikk út í kortið. Men tann kósin er ikki teirra privata kós. Tað er kósin hjá tjóðini. Um Finnbogi Arge og aðrir "Enemy of the State" í sama viðfangi leggja seg eftir at oyðileggja alt sum eitur almennar fyritøkur, tá verður suvereniteturin hjá okkum bara tóm leiktjøld. At flyta okkum aftur í ta tíðina tá Mortensens mennirnir áttu Smiril, Meiaríið átti Trónda og JF Kjølbro átti Pride, tað krevur ikki ta nógvu heilaorkuna. Til tað krevst bara at droyma eitt sindur um gamlar dagar, tá liberalisman hevði sína fastu klógv í nakkanum á fólki. Vit eru stødd í einum slagi av tómrúmi. Vit eru á eini lopfjøl, og um tað fer at eydnast okkum at leypa upp um hestin ella ikki, tað veit ongin rættiliga. Tí haldi eg tað vera vesaligt at brúka hetta sárbæra tíðarskeiðið til at kradda sær bitar av landsins ognum. Ikki bara samgongan verður sett í vanda, men eisini hugsjónin um Føroyar sum republikk.