ENI: -Vit bora í summar

-Ætlan okkara er at bora í summar. Í løtuni gera vit neyðugu fyrireikingarnar og bíða m.a. eftir endaligari góðkenning fyri boriætlanini frá føroysku myndugleikunum sigur ein talsmaður fyri ENI í Milano við Sosialin.

Tað var í 2008, at italska oljufelagið lat inn umsókn at bora Anne Marie brunnin á føroyska landgrunninum. Felagið hevur umsitið loyvið í fleiri ár og gjørdi loksins av at fara undir at bora.

 

Sum skilst viðgera føroysku oljumyndugleikarnir umsóknina men útmeldingarnar, sum ENI hevur fingið frá Jarðfeingi higartil eru positivar. Hetta sigur ein talsmaður hjá ENI í Milano, har stóra italska oljufelagið hevur sítt høvuðssæti. –Vit rokna við at fáa endaliga loyvið at bora í næstu framtíð leggur hann aftrat.

 

Fyrireikingarnar ganga annars væl, og herfyri vórðu umboð fyri ENI í Føroyum, har tey m.a. høvdu fundir við ymsar føroyskar myndugleikar, eitt nú Landssjúkrahúsið. Eisini leitaðu tey eftir íbúðum til teirra fólk, sum skulu manna skrivstovuna hjá ENI, meðan borað verður. Undir boringini fara fleiri serfrøðingar at halda til her.

 

Skrivstovan, sum liggur á Bryggjubakka í Havn, verður í løtuni uppgraderað við eini KT skipan, sum skal gera tað lættari at samskifta við skrivstovurnar hjá ENI í London og Milano. Endmálið er at kunna hava tættari og støðugt samskifti við serfrøðingar hjá ENI, meðan boringin fer fram. Boriútgerð er longu komin til veitingastøðina í Runavík og fer meira at koma í næstum. Atlantic Supply Base hevur fingið til uppgávu at taka sær av øllum logistiskum uppgávum undir boringini.

 

Ætlanin er at seta á at bora í summar, eftir at boripallurin West Phoenix er liðugur at bora Victoria brunnin í norskum øki. Ilt er at meta um, antin hetta verður í juni, juli ella august. Tað veldst um, nær pallurin verður tøkur.

 

Herfyri boðaði bretska oljufelagið Dana Petroleum frá á síni heimasíðu, at tað hevði keypt seg inn (farma inn) í loyvi 005, har ENI skal bora. Talsmaður fyri ENI váttar fyri Portalinum, at optiónsavtala er gjørd við Dana um 25% part í loyvinum, har Dana í fyrsta lagi rindar ein part av borikostnaðinum. Um so er at talan verður um eitt fund, so kann felagið gera álvara av optiónsmøguleikanum og keypa seg inn sum veruligan partnara av brunninum.

 

Umframt ENI er so eisini Faroe Petroleum og Sieco við í loyvinum og boringini. ENI eigur 75%, Faroe Petroleum 12,5 og Sieco 12,5. Tey 25% hjá Dana fara so av partinum hjá ENI, sum kortini verður nógv størstur. Hetta verður annar brunnurin, ið ENI sum fyristøðufelag borar á føroyska landgrunninum.

 

Nógvir leitiserfrøðingar hava stórar vónir til Anne Marie brunnin, sum teir halda er tann, sum goymir bestu møguleikarnar at vera eitt veruligt fund.