Tað er ikki einans í Føroyum og Danmark, at valstríð er. Hóast forsetavalið í USA er gott og væl hálvt annað ár fram í tíð, so er valstríðið byrjað, tí uppstillingarvalini byrja fyrst í komandi ári.
Barack Obama hevur nú sitið tvey valskeið og tí skulu bæði demokratarnir og republikanararnir velja sær eitt nýtt valevni til forsetavalið.
Pø a Pø hava kunngera valevnini at tey stilla upp og næsti í røðini verður væntandi Jeb Bush, yngri bróðir fyrrverandi forsetan George W. Bush og sonur ein annan fyrrverandi forseta, George H. W. Bush.
Jeb Bush var guvernørur í Florida, tá nógva stríðið var um forsetavalið millum Al Gore og George W. Bush var har. At enda mátti hægsti rættur í USA staðfesta valúrslitið, sum tryggjaði George W. Bush valsigurin.
Jeb Bush verður ellinti persónur, sum bjóðar seg fram sum valevni hjá republikanarunum til forsetavalið, og fleiri væntast at koma afturat. Hjá demokratunum er valevnini væl færri. Higartil hava fýra valevni boða frá, at tey stilla upp og neyvan verða tey fleiri enn fimm tilsamans.
Hillary Clinton er stóri favoritturin millum demokratiskar veljarar. Í seinastu veljarakanningunum, hevur hon undirtøku frá 60 prosentum av demokratisku veljarunum, meðan nærmasti kappingarneytin er sjálvútnevndi sosialisturin, Bernie Sanders, ið hevur sløk 12 prosent av undirtøku.
Hjá republikanarunum er enn eingin greiður favorittur. Marco Rubio hevur fyribils størst undirtøku, men hon er einans 13,7 prosent, meðan Ben Carson, Rand Paul, Mike Huckabee og Ted Cruz allir hava millum átta og tíggju prosent unditøku.