Í vikuni vóru samráðingar ví London millum strandarlondini um norðhavssild og svartkjaft. Hóast fleiri royndir vórðu gjørdar, eydnaðist tað ikki strandarlondunum at semjast um eitt nýtt býti av hesum báðum stovnum.
- Semja var tó um øll onnur viðurskifti, eitt nú heildarkvoturnar av norðhavssild og svartkjafti fyri 2015.
Fiskimálaráðið veit at siga, at einki røktist yvirhøvur fyri at gera semju um norðhavssild.
- Tískil tóku Føroyar sum formansland - eftir at hava ráðført seg við hini londini - avgerð um at enda samráðingarnar um eitt nýtt býti av norðhavssild fyri 2015. Samstundis varð formansskapurin latin yvir til Noregs, sum er formansland fyri samráðingarnar fyri 2016.
Strandarlondini fara sostatt at áseta sær einsæris kvotur av norðhavssild fyri 2015 við ongari semju sum grundarlagi.
- Samráðingarnar um svartkjaft fyri 2015 vórðu niðurlagdar í vikuni og verða ætlandi tiknar upp aftur í februar mánaði.
Fiskimálaráðið sigur, at Føroyar sum formansland tá fara at gera enn eina roynd at býta svartkjaftastovnin av nýggjum millum strandarlondini.