Enn ein sigur til Guðmund

Føroya Triathlon Felag skipaði fyri kapping í sprint triathlon sunnudagin. Favorittur at vinna kappingina var Guðmundur Joensen, og tað var eisini hann, ið kom fyrstur á mál

Hóast avbera gott veður við nógvari sól, var luttakaratalið til triathlon-kappingina sunnu­dagin ikki so høgt, sum fyri­reikararnir høvdu vónað.
Í sprint triathlon skulu íðk­ararnir fyrst svimja 750 metrar, síðan súkkla 20 kilometrar og at enda renna seks kilometrar.
Byrjað var í Svimjihøllini í Gundadali. Súkklað bleiv mill­um rundkoyringarnar við R. C. Effersøesgøtu og Skansan, og renningin var á økinum kring Plantusøluna við Hvíta­nesvegin.
Gunnar Dahl-Olsen var skjót­astur á súkkluni, men Guðmundur Joensen var skjót­astur í svimjing og suverenur í renn­ingini.
Guðmundur hevur ment seg rættiliga nógv síðstu ár­ini innan triathlon. Hann vann FM-heitið í ár, og var tí favo­rittur at vinna kappingina sunnu­dagin.
Guðmundur var á føroyska súkklulandsliðnum á Isle of Wight í summar, og er tí sterkur á súkkluni. Hann er fyrr­verandi svimjari, og hevur nógv góð úrslit at vísa á innan svimjing. Umframt tað telist hann eisini millum fremstu renn­arar í landinum.
Guðmundur venur nú mál­rættað fram móti næstu oyggja­leikum, sum verða á Bermuda í 2013.
Á Bermuda verður kappast á tí sokallaða OL-teininum, sum er 1500 metra svimjing, 40 kilo­metra súkkling og 10 kilo­metra renning.
Kappingarárið hjá føroysku triathletunum er farið at halla, og tí er bert ein kapping eftir. Tað er tann afturvendandi duathlon-kappingin, sum á hvørjum ári verður hildin sein­asta dag í árinum.

Sprint triathlon:
1 Guðmundur Joensen 1.06.54
2 Gunnar Dahl-Olsen 1.12.09
3 Beinir Rasmussen 1.26.09