Ìsland spældi á triðja sinni javnt í hesum EM-undanspælinum. Dysturin millum Ísland og Kroatia endaði við javnleiki 26-26. Støðan í hálvleikinum var 15-12 til Ìsland.
Ísland førdi við trimum ella fýra málum størsta partin av dystinum, men seinastu løtuna át Kroatia seg inn á Ísland, og tá 56 minuttir vóru farnir, var støðan javnleikur 23-23. Seinasta lítla minuttin var Kroatia í álopsstøðu, og kundi havt vunnið 27-26, men tá diskaði Bjørgvin Gustávsson upp við tí týdningarmestu bjargingini í hesari EM-kappingini, tá hann í seinasta sekundi bjargaði einari kroatiskari skotroynd.
Tað eina stigið Ìsland fekk í dag merkir, at Kroatia hevur fimm stig og Ísland hevur fýra stig í millumbólki 1. Danmark og Noreg kunnu bæði koma upp á fýra stig við sigrum á Russlandi og Eysturríki í kvøld.
Ólafur Stefánsson skeyt átta mál, umframt at leggja upp til fleiri onnur. Íslendingar vardu væl, men í seinna hálvleiki fekk liðið nakrar kostnaðarmiklar útvísingar. Sverri Jakobson fekk reyða kortið, og íslendingar føldu seg eitt sindur burturdømdar.
Málskjúttar hjá Íslandi: Ólafur Stefánsson 8, Snorri Steinn Guðjónsson 6, Róbert Gunnarsson 5, Alexander Petersson 3, Arnór Atlason 2, Aron Pálmarsson 2
Málskjúttar hjá Kroatia: Ivan Cupic 5
Igor Vori 3, Vedran Zrnic 3, Ivano Balic 3,
Denis Buntic 3, Tonci Valcic 2, Marko Kopljar 2, Domagoj Duvnjak 2, Manuel Strlek 1, Drago Vukovic 1, Zeljko Musa 1