Tombazis fór í 2003 úr Ferrari til McLaren. Tá var hann stjóri fyri aerodynamikkin hjá Ferrari. Nú verður hann høvuðssniðgevi hjá liðnum. Hetta er alt ein partur av royndini at finna avloysari fyri Rory Byrne, ið hevur tekna bilarnar, ið Ferrari og Bennetton seinastu 12 árini hava vunnið sjey heimsmeistaraheitir í.
Byrne hevur verið snið- og menningarstjóri seinastu árini. Hannn er nú farin frá, men heldur fram í einum ráðgevandi leikluti. Nýggjur snið- og menningarstjóri hjá Ferrari verður fyrrverandi høvuðssniðgevin hjá liðnum Aldo Costa.