Tað skrivar Børsen í morgun, sum kallar tað enn eina avbjóðing »sum skolar yvir Føroya størsta banka, BankNordik«.
Tað var tann 4. apríl, at Árni Ellefsen boðaði frá, at hann eftir 11 ár í bankanum ikki hevur hug at verða forstjóri meira.
Fíggjar- og kredittstjórin, Rune Nørregaard, hevur eisini sagt upp eftir 12 ár í bankanum.
– Eg skal vera váðastjóri í Kompasbank, sum hevur vent sær til mín, sigur Rune Nørregaard við Børsen. Hann fer úr bankanum í desember.
Uppsøgnin hjá Rune Nørregaard kemur stutt eftir, at Árni Ellefsen segði upp í kjalarvørrinum av útreinsingini í nevnd bankans – sum var fyriskipað av Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, skrivar Børsen.
Landið eigur 35 prosent av partapeninginum í BankNordik.
##med2##
Men tað er ikki tí, at Rune Nørregaard hevur sagt upp, sigur hann við Børsen:
– Tað hevur einki við hatta at gera. Eg havi verið her leingi, og eg haldi, at tað er sunt at fara á djypri vant, sigur hann um starvsskiftið hjá sær.
Árni Ellefsen legði ikki fingrarnar ímillum, at tað var støðugi dramatikkurin í nevndini sum var dropin, ið fekk bikarið at flóta yvir, at hann segði upp uttan at hava annað starv á hondini.
– Eg havi hugsað um tað eina tíð. Men tey velja at skifta alla nevndini, og tað gjørdi tað ikki truplari at taka avgerðina, segði hann við Børsen.
Nú tveir mánaðir seinni er enn eingin nýggjur stjóri funnin fyri Árna Ellefsen, sigur Birita Sandberg Samuelsen við Børsen.
– Vit taka okkum tíð til tað, og vit arbeiða stillisliga og róliga við hesum. Eg fái einki sagt um, nær tað verður, tí tað veitt eg faktiskt ikki, sigur Birita Sandberg Samuelsen við Børsen.
Hon sigur víðari við Børsen, at sjálvt um teir báðir stjórarnir hava sagt upp, so er BankNordik framvegis ein væl rikin banki við dugnaligum starvsfólkum.