Danmark hevur aftaná ein 26-19 sigur á Algir nú átta stig fyri fýra dystir í bólki C í HM-endaspælinum í Svøríki.
Danska liðið legði hart út, og kom á odda 6-1 beinavegin, og tá liðini fóru til hálvleiks, var støðan 16-9 til Danmark, og so ráddi bara um at halda tørn í seinna hálvleiki, har liðini fingu 10 mál í part.
Mikkel Hansen og Lasse Svan Hansen skutu fimm mál fyri Danmark. Jesper Nøddesbo skeyt fýra mál.
Danmark hevur bert toppdystin ímóti Kroatia eftir í tí innleiðandi bólkaspælinum. Tann dysturin byrjar klokkan 19.15 í annaðkvøld. Vinnandi liðið tekur stigini við sær í millumumfarið. Serbia og Kroatia spældu ein spennandi 24-24 javnleik fyrr í dag.
Støðan í bólki C :
Danmark 4 4 0 0 147-88 8
Kroatia 4 3 1 0 119-75 7
Serbia 4 2 1 1 111-101 5
Romenia 4 1 0 3 94-95 2
Algir 4 1 0 3 73-91 2
Avstralia 4 0 0 4 59-153 0