Enn ein venjari er koyrdur

Premier League: Talið av venjarnum, sum eru koyrdir í hesum kappingarárinum, er nú komið upp á níggju

Leeds United hevur koyrt venjaran, Marcelo Bielsa. Ein røð av stórtapum gjørdi, at Leeds hevði ongan annan møguleika, enn at koyra venjara, sum fekk gamla stórfelagið at droyma stórt aftur.

 

Argentinski Marcelo Bielsa er ein legenda í venjarayrkinum við sínum ágangandi fótbóltsstíli, og hann hevur vunnið hjørtini á øllum Leeds viðaldsfólkunum, tá hann megnaði at vinna felagnum uppflyting til Premier League aftur.

 

Størsta styrkin – ágangandi spælistílurin - hevur tó við tíðini eisini víst seg at verið størsti veikleikin. Leeds hevur í fimm teimum seinastu dystunum latið ikki færri enn 20 mál inn. Liðið nærkast niðurflytingarstrikuni. Tí hevur felagið loyst 66 ára gamla venjaranum úr starvinum.

 

Nýggjur venjari hjá Leeds United er amerikumaðurin Jesse Marsch. 48 ára gamli venjarin hevur verið venjari í Redbull-umhvørvinum seinastu nógvu árini. Hann byrjaði í New York Red Bulls, síðani RB Salzburg og seinast RB Leipzig, har hann bleiv uppsagdur eftir eitt hálvt ár.

 

Listin við koyrdum venjarum í hesum kappingarárinum telur nú Xisco Munoz (Watford), Steve Bruce (Newcastle), Nuno Espirito Santo (Tottenham), Daniel Farke (Norwich City), Dean Smith (Aston Villa), Ole Gunnar Solskjaer (Manchester United), Rafa Benitez (Everton), Claudio Ranieri (Watford) og Marcelo Bielsa (Leeds).

 

1Man City27213364:1766
2Liverpool26186270:2060
3Chelsea25148349:1850
4Man Utd27138644:3447
5West Ham27136846:3445
6Arsenal24143738:2745
7Tottenham25133935:3242
8Wolves261241024:2140
9Southampton26811734:3735
10Brighton26712725:3033
11Crystal Palace27612937:3830
12Aston Villa25931333:3730
13Leicester23761037:4327
14Newcastle255101028:4525
15Brentford27661527:4424
16Leeds26581329:6023
17Everton24641428:4122
18Burnley24312922:3021
19Watford26541725:4719
20Norwich City26451715:5517