Eftir at eini hús í fleiri vikur hava "hingið" ytst á kantinum til herviliga leirskriðulopið í Ask í Gjerdrum kommunu í Noregi, eru húsini nú rapað.
- Tað er ikki óvæntað, at júst hesi húsini nú eru rapað, sigur regiónsleiðarin hjá NVE (Norges vassdrags-og energidirektorat), Toril Hofshagen.
Í samrøðu við Romerikes Blad vísir hon á, at tað framvegis er ávísur aktivitetur ymsastaðni í kantinum av skriðulopinum.
- Kantarnir eru framvegis brattir, viðurskiftini eru óstøðug, og vit kunnu rokna við, at fleiri bygningar aftrat enda niðri í skriðuni.
Toril Hofshagen sigur seg rokna við, at hetta verður gongdin, so leingi skriðulopið ikki er tryggjað.
Herviliga leirskriðulopið í Ask í Gjerdrum kommunu, sum var hin 30. desember í fjør, kostaði tíggju fólkum lívið.
Tað hevur tíbetur eydnast at finna øll líkini aftur. Hitt seinasta varð funnið ein dagin herfyri av manni, sum koyrdi gravmaskinu.