Eitt Dash 8-flogfar hjá SAS noyddist at trygdarlenda í Kastrup seinnapartin Flogfarið kom úr Bergen, men tá tað skuldi seta seg í Kastrup, brotnaði høgra lendingarhjólið undan, so flogfarið fór akandi eftir breytini, sigur DR.
Tilburðurin er meinlíkur í, sum hendi, tá eitt Dash 8-flogfar hjá SAS lendi í Aalborg herfyri.
Umleið 40 ferðafólk vóru í flogfarinum umframt manningina, sum taldi fýra, men sambært løgregluni í Keypmannahavn fekk eingin teirra skaða av tilburðinum.