Enn eitt met til Cristiano Ronaldo

39 ára gamli portugisin samlar upp á met

So hevur livandi legendan, Cristiano Ronaldo sett enn eitt met.

 

Ronaldo, ið hevur  er toppskjútti í bestu fótbóltsdeildini í Saudiarabia, og hann er sostatt tann fyrsti fótbóltsleikarin, ið hevur verið toppskjútti í fýra FIFA-limalondum.

 

Umframt at verða toppskjútti hjá Al-Nassr hetta kappingarárið hevur Ronaldo verið toppskjútti í Premier League í Ongland fyri Manchester United, toppskjútti La Liga í Spania fyri Real Madrid, og toppskjútti í italsku Seriu A fyri Juventus. 

 

Uruguaynski, Luis Suarez megnaði at verða toppskjútti bestu deildunum í Niðurlondum, Onglandi og Spania. Marcio Amaroso megnaði at verða toppskjútti í bestu deildunum í Brasil, Italia og Týsklandi.

 

Tá Cristiano Ronaldo spælir sín fyrsta dyst fyri Portugal í komandi EM-endaspælinum verður hann fyrsti leikarin, ið hevur tikið lut í seks EM-endaspølum. 

 

##med2##