Í gjár varð Fure West skrásett í føroysku altjóða skipaskrásetingini. Hetta er tangaskip, bygt í 2006 og er tað 11548 bruttotons til støddar.
Tað legst afturat við skipum í føroysku skipaskrásetingini. Í gjár varð skipið Fure West skrásett í FAS.
Skipið er systirskip til Fure Nord, ið bleiv skrásett í FAS 21. sept.
Eigari av skipunum báðum er svenska Furetank Rederi, men eru tey leigað (bareboat) føroyska dóttirfelagnum hjá Furetank, Sp/f Nolsø Shipping.