Aftur í dag góvu hoyvíkskvinnur spanska liðnum, Atletico Guardes ein skarpan gang í Europa Cup, men tað endaði aftur í dag við einum teprum tapi.
H71 tapti í dag 26-28. Atletico Guardes vann fyrra dystin við 34-31 (17-12), og harvið ein samlaðan 62-57 sigur.
Atletico Guardes var á odda 13-12 í steðginum. H71 var ongantíð aftanfyri við meira enn trimum málum í dag. Tá fimm minuttir vóru eftir legði Maria H. Weyhe H71 á odda 24-23, men tað eydnaðist ikki at seta avgerandi endaspurtin inn og vinna tey trý málini hjá Guardes frá fyrra dystinum aftur.
H71 skoraði upp á 26 av 50 málmøguleikum. Tað mest harmiliga var, at H71 brendi nøkur brotskøst sum høvdu munað væl í samlaða roknskapinum.
Alt í alt var tó talan um eitt ógvuliga heiðurligt avrik.
Atletico Guardes-H71 28-26 (13-12) - Atletico Guardes vinnur Europa Cup áttandapartsfinaluna samlað 62-57.
H71: Maria H. Weyhe 7, Guðrið á Borg 4, Jana Mittún 4, Anna Elisabeth H. Weyhe 3, Brynhild Pállsdóttir 2, Vár Bentsdóttir 2, Lív Bentsdóttir 1, Christina Arge 1, Sára Jacobsen 1, Lukka Arge 1.
Rúna Larsen hevði sjey bjargingar í málinum hjá H71. Alda av Skarði var ikki skrásett fyri nakra bjarging í dag.