Enn eitt væleydnað fimleikagalla

Fimleikasambandið fegnast um enn eitt væleydnað fimleikagalla, sum í ár fyrsta sinni varð hildið í Runavík

Leygarkvøldið 26.mai var Fimleikagalla 2018 í Bylgjuni í Runavík. 200 íðkarar, venjarar, dómarar, samskiparar, nevndir og innboðin vóru við til at skapa eitt fantastiskt kvøld, har fimleikurin varð heiraður. Sum altíð var skráin á tremur við góðum undirhaldi, tónleiki og mati.



Ársins handanir í estetiskum og amboð:

Ársins drakt: Kvinnur Hydra, Fimleikafelagið Ljósið
Ársins seria: Kvinnuunglingar Vípan, Fimleikafelagiðstøkk
Ársins venjari: Maria B. Jakobsen og Sólbjørg Juliansdóttir
Ársins lið: Gentur Lyra, Fimleikafelagið Ljósið


Ársins amboðsíðkari kvinnur: Rebekka Ingadóttir Rein, Havnar Fimleikafelag
Ársins amboðsíðkari menn: Aron Jacobsen, Havnar Fimleikafelag
Ársins amboðsvenjari kvinnur: Margreta Samuelsen, Fimleikafelagið Ljósið
Ársins amboðsvenjari menn: Eyvind A. Hansen, Havnar Fimleikafelag


Ársins heiður: Erla Mikkelsen, Guðrun Guðjónsson og Harald Joensen



Hetta var fimta árið, at fimleikagalla verður hildið. Tað vóru Sasho Bjartsson og Gunn R. Hermansen, sum tóku stig til at fyriskipa og saman við Føroya Fimleikasambandið hava staðið á odda fyri stórsligna kvøldinum. Í ár var fyrstu ferð at Fimleikafelagið Støkk fyriskipaði, var tað væl fyriskipað. Næsta ár verður Fimleikagalla 2019 fyriskipað av Fimleikafelaginum Ljósið.



Ein stuttligur siður, sum hevur tikið seg upp er, at amboðsdreingirnir hvørt ár taka mynd saman við borgarstjóranum, har sum galla verður hildið.

 



Fimleikasambandið ynskir at takka øllum stuðlunum, sum eru við til heiðra bestu fimleikarunum í Føroyum.