Karismatiski forsangarin úr Boys in a Band, Pætur Zachariasen, sigur seg vera væl nøgdan við framførsluna og úrslitið av GBOB-kappingini fríggjakvøldið. Í ár 2006 luttók skemtiligi dreingjabólkurin Boys in a Band eisini í GBOB-kappingini, har teir gjørdust nr. 2. Í ár fluttu teir so eitt pláss upp til 1. plássið og hetta var ikki uttan orsøk. Framførslur teirra fríggjakvøldið og leygarkvøldið vóru sera góðar og sum vanligt dugdu dreingirnir sera væl at fáa áskoðarafjøldina at vera við uppá tað.
- Vit høvdu ikki vant nakað serligt til kappingina, viðgongur Pætur. Men nú eru vit eisini í so góðari venjing, at vit ikki mettu hetta vera neyðugt. Hóast teir áður høvdu tosað um at luttaka í GBOB aftur í ár, meldaðu dreingirnir seg ikki til kappingina fyrrenn tveir dagar áðrenn freistina. Vit taka tað bert sum eitt upplivilsi, tað er í ár einki seriøst. Tí í løtuni hava vit só nógvar ymiskar bóltar í luftini.
Tá ið eg spyrji hann, um bólkurin ætlar sær at geva eina fløgu ella okkurt tílíkt út í næstum, svarar Pætur, at hann ikki rættiliga veit hetta enn. - Vit eru akkurát heimafturkomnir úr Íslandi, har vit hava spælt á Iceland Airwaves, sum er tann hippasti festivalurin, ið er. Fleiri av hinum bólkunum, sum spældu her, hava gjørt tað á tann hátt, at teir selja nakrar singuls og gera eina lp-plátu, ístaðin fyri at geva eina fløgu út. Eg veit ikki, um tað rætta fyri okkum er at geva eina fløgu út, men nú fáa vit at síggja.
Vit ynskja Pæturi og bólkinum góða eydnu, nú teir skulu til Onglands.
- Eg vil her líka enda við at viðmerkja, at bólkurin als ikki ætlar sær at halda nakra uttandura konsert í Suðuroy - um onkur enn ivast :)