Enn fleiri tiltøk avlýst í summar

Bæði trúarlív og ítróttarlív er rakt

Nú eru enn fleiri tiltøk, sum skuldi vera í summar, avlýst fyri ikki at økja um vandan fyri at fólk verða smittað við korona. Og tað rakar bæði trúarlív og ítróttarlív

Í hesum sambandi er nú gjørt av, at ongar legur vera í Zarepta í Vatnsoyrum í summar

– Eftir tilmæli frá heilsumyndugleikunum hava vit gjørt av, at ongar legur verða í Zarepta í summar, siga tey.

Hetta merkir, at bæði familjulegur og summarlegur eru avlýstar. Summarlegur hava annars verið í Zarepta á hvørjum ári, síðani í 1967.

Somuleiðis eru summarlegurnar hjá Kirkjuligu Heimamissiónini avlýstar.

– Eftir at hava ráðført okkum við føroysku Korona-ráðgevingina, hava dagliga leiðslan, og høvuðsstýrið fyri Kirkjuligu Heimamissiónina, gjørt av at fylgja tilmælunum frá Korona-ráðgevingini. Og tey tilmælini eru vit skulu ikki savnast í stórum hópum fyri at forða fyri smittuspjaðing, og  sostatt eru summarlegurnar hjá Kirkjuligu Heimamissiónini eisini avlýstar.

 Umframt legur í Leguhúsinum í Nesvík, skuld summarlegur eisini vera í Porkeri og í Sørvági. Eisini familju- og ungdómslegurnar eru avlýstar.

Øll hesi tiltøkini eru avlýst, og onki felagstiltak, verður fram til hálvan august 2020, tá ið støðan verður endurmett.

Og eisini ítrótturin verður raktur. Eftir ætlan skuldi Intersport Summar Cup haldast í Gundadali 4. og 5. juli 2020, men eftir at tey hava samskift við koronaráðgevingina hava tey gjørt av at avlýsa.