Klokkan 14:00 í dag byrjaðu aftur samráðingarnar millum Tjóðveldisflokkin, Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin.
Ætlanin í gjár var, at samráðingarnar skuldu halda áfram, til liðugt var, men um fimmtíðina í morgun fóru partarnir kortini hvør til sín, tí útlit ikki vóru fyri semju tá. Tí varð avtalað at hittast aftur í dag klokkan 14:00.
Anfinn Kallsberg, samáðingarleiðari, segði við Útvarpið í dag, at tá teir millum klokkan 4 og 5 í morgun fingu tað samanskrivaða samgonguskjalið vísti tað seg, at rættuliga nógv mál vóru, sum semja ikki var um, og sum tí skuldu til víðari viðgerð.
- Vit fara nú at viðgera hesar ósemjur víðari millum flokkarnar, segði Anfinn Kallsberg, sum ikki helt seg enn kunna siga nakað um útlitini fyri semju.
Anfinn Kallsberg segði eisini við útvarpið, at tað eru stór mál, sum semja ikki er fingin um enn, og at tað tí kann vera langt eftir á mál.
Spurdur um, hvat hann ger, um semja ikki fæst, segði Anfinn Kallsberg, at so mátti hann gera støðuna upp yvir fyri tingmormanninum í morgin klokkan 11. Anfinn Kallsberg segði eisini, at hann hevur víst á aðrar møguleikar.
Anfinn Kallsberg vildi ikki í smálutir greiða frá, hvørji mál ósemja er um. Hann segði, at full semja ikki er um vinnumálini, har flokkarnir hava rættuliga ymiskar hugsanir. Men hann segði eisini, at semja stórt sæð er um tey ríkisrættarligu viðurskiftini - har vóru bara onkrar formuleringar eftir, segði hann.
Men vit hava gjørt greitt, at vit ikki bara skulu hava eina politiska uppgerð við danir. Vit skulu eisini hava eina búskaparliga uppgerð, og tá koma vit inn upp á, hvussu vit reka hetta samfelagið, segði Anfinn Kallsberg við útvarpið.
Á fiskivinnuøkinum ivaðist Anfinn Kallsberg ikki í at semja fæst, hóast eitt nú Heini O. Heinesen er húkamaður og ikki er fyri umsetiligheitini, sum serliga Fólkaflokkurin hevur arbeitt hart fyri.
Vit fara nú aftur at samráðast, og nú koyra vit á, til eitt úrslit fæst, segði Anfinn Kallsberg at enda.