Enniberg hevði fleiri miljónahál á túrinum

- Eg havi ongantíð áður upplivað, at fiskiskapurin eystanfyri hevur verið so góður í so langa tíð sum hesaferð. Á øllum túrinum var eingin dagur miseydnaður, sigur skiparin á Ennibergi, Sonny Johannesen

Fiskivinna

Fyri eini tíð síðan skrivaðu norsk bløð um eitt av størstu hálum í søguni, tá ið Enniberg fekk eini 60 tons av ráfiski í einum háli, meðan teir royndu í norskum sjógvi. Norsk bløð skrivaðu, at hetta var eitt miljónahál ? eitt hál, sum í ráfiski var vert eina heila miljón!

Fleiri miljónahál

Sonny Johannesen, skipari á Ennibergi, sigur, at hann frætti um umrøðuna, hetta eina hálið fekk, men vísir á, at teir høvdu onnur hál, sum vóru á leið líka so stór. Eitt av hesum var seinasta hálið, teir høvdu á túrinum. Hetta var í russiskum sjógvi.
- Eg havi ongantíð upplivað, at fiskiskapurin eystanfyri hevur verið so góður í so langa tíð. Um hesa tíðina í fjør var nógvur fiskur at fáa í russiskum sjógvi, men í ár hevur bara verið so nógv meira at fingið.
Skiparin sigur, at á øllum túrinum var eingin dagur miseydnaður.

Yvirvaksin toskur

- Vit høvdu góðan fiskiskap í norskum sjógvi, og tá ið vit komu í russiskan sjógv, 29. februar, komu vit í rættiligan rokfiskiskap.
Hann vísir á, at hetta er góð fiskitíð, bæði í norskum og russiskum sjógvi.
- Áðrenn vit fóru í russiskan sjógv at royna, vóru vit á Røstbankanum, sum er gýtingarleið, og har var bara yvirvaksin toskur at fáa.
Skiparin sigur, at fiskurin, teir fingu í russiskum sjógvi, serliga í byrjanini var ógvuliga góður.

Upp til Bjarnoynna

Sonny Johannesen, sum eisini verður skipari á Ennibergi komandi túr, veit at siga, at teir væntandi fara ein stuttan túr upp til Bjarnoynna eftir páskir.
- Har kunnu vit fiska eini 100 tons av flaki, sigur hann.
Tá ið Enniberg kemur aftur undan Bjarnoynni, fara teir í Irmingarhavið at royna eftir kongafiski.