Ensk/føroysk Korona-sending á FM1 klokkan 10 í morgin

Vertirnir, Stella og Petur Zachariassen fara at ringja til persónar ymsastaðni í heiminum og frætta um støðuna hjá teimum

Hósdagin verður aftur beinleiðis sending á FM1 millum klokkan 10 og 12.

 

Vertirnir, Stella og Petur Zachariassen fara at ringja til persónar kring heimin, og frætta um støðuna hjá teimum. Sendingin verður á bæði enskum og føroyskum. Tosað verður við bæði føroyingar uttanlands, og prátað verður eisini við lokal fólk í ymiskum londum.


Vit hoyra í hesum døgum nógv um korona í fjølmiðlunum, men sendingin "Lockdown" fer at tosa við einstakar persónar hvussu lívið er hjá teimum og hvussu tey síggja støðuna.


Farna hósdag var ringt til níggju ymisk lond. Hesaferð verður ringt til onnur lond, sum eru hart rakt av korona smittuni.

 

Øll kunnu hoyra sendingina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.