Ensktmælta sendingin "Home and Away" aftur á FM1

Hósdagin 5. September byrjar nýggj røð av Home and Away. Sendingin er millum klokkan 14 og 15 hósdagar

Hósdagin 5. September byrjar nýggj røð av "Home and Away", ið er ensk sending á FM1, har verturin Stella Zachariassen fær vitjan av átta ymiskum gestum teir komandi átta hósdagarnar.

Sendingin er gjørd við tí fyri eyga at hjálpa tilflytarum at gerast betur integrerað í føroyska samfelagið. Lurtararnir hoyra ymiskar persónar greiða frá teirra upplivingum og avbjóðingum við at flyta til Føroyar.

Sendingin verður komandi átta hósdagarnar klokkan 14. Endursent verður fríggjamorgun klokkan 10.

Øll kunnu lurta eftir sendingini á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

Sendingin kemur eisini út á in.fo.