EP hjá Eivør smakkar av meira

Herfyri lat Eivør Pálsdóttir eina EP-útgávu av hondum, og hendan er fallin í góða jørð á danska tónleikablaðnum Gaffa. Allir fýra sangirnir eru ógvuliga vælskrivaðir og smakka av meira, stendur at lesa í Gaffa, har tey samstundis fegnast um, at ein fløga kemur út seinni í ár.

 

Gaffa nevnir eisini, at Eivør júst hevur verið á konsertferð við Nephew, har hon við bólki hitaði upp og eisini var gestasangari.

- Vónandi gevur tað Eivør nakrar nýggjar fjepparar. Tað hava báðir partar uppiborið, skrivar ummælarin hjá Gaffa, sum gevur útgávuni fýra av seks stjørnum.

 

Í apríl fara Eivør og bólkur hennara á teirra egnu á konsertferð kring Danmark, har tey millum annað spæla á Lille Vega í Keypmannahavn tann 18. apríl og í Train í Århus 22. apríl.