Er fólkaskúlin ruskspann hjá tí almenna?

Vit mugu taka støðu til, um fólkaskúlin skal vera við í kunningartøknini ella um hann skal vera ruskspann hjá tí almenna, sigur Katrin D. Jakobsen úr Javnaðarflokkinum, í sambandi við ætlanirnar hjá Signar á Brúnni um at koyra gamlar teldur út í skúlarnar

Rigmor Dam


Vit hava í seinastuni hoyrt um, at fólkaskúlin skal fáa burturlagdar teldur frá øllum stovnum landsins. Her er talan um teldur, sum ikki longur verða brúktar, tá skift verður út.

Tað er Vinnumálastýrið, sum hevur skotið hetta upp, og ætlanin er, at KT-forum, sum er eitt ráðgevandi forum undir Vinnumálastýrinum, skal gera eina innsavningarskipan og gera teldurnar nýtiligar.

Katrin D. Jakobsen úr Javnaðarflokkinum hevur í hesum sambandi sett Signar á Brúnni landsstýrismanni í skúlamálum nakrar fyrispurningar, og fríggjadagin var orðaskifti í tinginum um svarini frá honum.


Loysir tað seg fíggjarliga?

Samanumtikið kann sigast, at tað tykist at vera torført hjá tinglimum at tosa um tílík viðurskifti, tí øll vita eitt sindur um evnið og ongin veit nokk. Hetta var orðaskiftið eisini merkt av, og ógjørligt var at koma fram til nakað ítøkiligt, tí aðalspurningurin í hesum málið er, um tað fíggjarliga er ráðiligt at uppgradera gamlar teldur, ella um tað kanska loysir seg betur at keypa nýggjar. Og her vóru tinglimir ikki á einum máli um, hvør kostnaðurin er fyri eina fulla uppgradering. Jógvan á Lakjuni úr Fólkaflokkinum helt, at 1000,- kr. pr. teldu mundi vera nokk, meðan Katrin D. Jakobsen vísti á, at 20 brúktar teldur, sambært Vinnumálastýrinum, kosta 130.000,- kr., ella 6500,- kr. fyri hvørja at uppgradera, samstundis sum hon segði seg hava kannað kostnaðin fyri eina nýggja teldu: 5000,- kr. um fleiri verða keyptar samstundis. So hon var sera ørkymla um roknistykkið hjá Signar á Brúnni, og vísti fleiri ferðir á, at hetta hongur ikki saman fíggjarliga.


Hvat krevja vit?

Bjarni Djurholm úr Fólkaflokkinum segði seg taka undir við ætlanunum hjá Signar á Brúnni, men hann gjørdi samstundis vart við, at hóast vit skulu spara har vit kunnu, mugu vit ansa eftir, at vit ikki gera skaða, um so er at vit gera eina uppgradering, sum vísir seg at vera ein skeiv íløga aftaná eitt ella tvey ár.

Hann setti eisini fleiri spurningar sum hann ynksti svaraðir, áðrenn farið verður undir eina slíka verkætlan. Millum annað vísti hann á týdningin av eini nærri áseting av, hvønn málsetning vit hava til telduútbúnað til skúlaverkið.

- Hvat skal ein telda kunna? Tekstviðgerð og rokniark kann ein og hvør telda. Næmingarnar seta so stór krøv til teldurnar, at lærararnir hava ilt við at fylgja við og hetta er ein stórur pedagogiskur trupulleiki í dag. Hetta ger at næmingarnir verða ikki so motiveraðir, sum ynskiligt var.

Harafturat talaði hann um týdningin av, at teldurnar sum eru, verða røktar, tí hetta kostar eisini og hvør skal gjalda? Neyðugt er við telduvørum, fyri at hava skil á teldunum og hvør skal gjalda fyri hann?


Er ongin vandi?

Í fyrispurningi sínum, til Signar á Brúnni landsstýrismann, spurdi Katrin D. Jakobsen, um landsstýrismaðurin ongan vanda sær í at gera fólkaskúlan út við gomlum teldum.

Til hetta svaraði Signar á Brúnni, at hann ongan vanda sær í, at fólkaskúlin fær nakrar teldur, ið annars høvdu verið settar til viks ella koyrdar burtur.

Hann greiddi víðari frá, at ein innsavningarskipan er sett í verk sum eitt royndartiltak. Hetta fevnir í stuttum um, at tær teldur sum verða skiftar út, verða latnar KT-forum, sum síðani metir um innkomnu teldurnar og sendir tær, sum mettar verða at kunna gerast væl nýtligar, til eina teldufyritøku, fyri at verða hugdar eftir. Tær teldur, sum henda fyritøka metir kunna nýtast aftur, verða so uppgraderaðar soleiðis, at tær eru egnaðar til undirvísingarbrúk.

Signar á Brúnni metti, at henda skipan tryggjar dygdina á teimum gomlu teldunum so væl sum nú einaferð ber til.

- Væntast kann ikki, at talan verður um nógvar av hesum slag framyvir, um so er at royndartiltakið eydnast, kanska einar 20 til 30 teldur í miðal um árið, segði hann.


Kommunalar

íløgur til teldur

Málið í KT-álitinum er, at tað skulu vera fimm næmingar til hvørja teldu í fólkaskúlanum. Katrin D. Jakobsen segði seg vera bangna fyri, um kommunurnar fara at gera hesar íløgur, um skúlarnir kortini fáa brúktar teldur. Hon spurdi tí landsstýrismannin um hann væntar, at kommunurnar verða grammar at keypa nýggja telduútgerð, tá ið skúlarnir hava fingið tær gomlu.

Signar á Brúnni svaraði, at hann ikki væntar, at henda skipan fær nakra ávirkan á íløguhugin hjá kommunum. Hetta orsakað av, at hesar teldur ikki eru ætlaðar at koma í staðin fyri tær teldur, sum stuðul verður veittur til frá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum.

- Hesar teldur koma ikki at telja við í talinum av teldum, ið tann einstaki skúlin fær stuðul til, segði hann, og legði afturat, at talan bert verður um, at fólkaskúlarnir fáa fleiri teldur, enn teir annars vildu havt fingið.

Eisini segði Signar á Brúnni, at sum er, er ein skipan sett í verk, sum næstu 2 árini, skal stuðla undir soleiðis, at fólkaskúlarnir fáa einar 1.200 til 1.400 teldur til gott 7.000 næmingar.

- Gongur henda ætlan út, verða føroysku fólkaskúlarnir fult á hædd við okkara grannalond og í fleiri førum væl frammanfyri, legði hann afturat.

Til hetta segði Katrin D. Jakobsen, at tað ikki er nøgdin á teldum sum er avgerandi. Heldur skal man at fylgja KT-álitinum, sum einki nevnir um gamlar ella brúktar teldur, men keypa nýggjar teldur.


Ymisk krøv

Katrin D. Jakobsen fregnaðist eisini um at fáa at vita frá Signar á Brúnni, hvønn hugburð landsstýrismaðurin hevur, tá ið tað ræður um kunningartøkni í undirvísing, í mun til tørvin hjá landsins stovnum?

Signar á Brúnni svaraði, at nýtslutørvurin í undirvísingini og á landsins stovnum er hvør sín. Hann sigur, at krøvini eru sera ymisk, alt eftir hvønn flokk og hvørja lærugrein talan er um.

- Á landsins stovnum setir nýtslan í mongum førum stór krøv til telduna, segði hann og skoytti uppí, at hesi krøv eru alsamt vaksandi og verður teldan hjá tí einstaka nýtt ein stóran part av arbeiðsdegnum.

- Nýtslustigið er vorðið so mikið høgt í dag, við øllum teimum kravmiklu telduskráum, sum tann einstaki brúkarin nýtir hvørt um aðra og oftani samstundis. Hetta eru skráir, sum krevja nógv meira av telduni enn tað, sum verður kravt í eini undirvísing.


Er hetta

almenn sparing?

Spurdur um hetta er ein liður í almennu sparingunum, segði Signar á Brúnni:

- Nei, tvørturímóti. Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur ætlanir at nýta knappar 5 mió. kr. til at stuðla kommununum í at keypa uml. 1.200 til 1.400 teldur tey næstu 2 árini. Henda upphædd verður ikki ávirkað av ætlanum um, at lata fólkaskúlarnar fáa dag-førdu teldurnar frá almennu stovnunum, segði hann,

- At dagføra tær gomlu teldurnar kostar eisini pening og hetta verður fíggjað av eini serligari KT verkætlanarkonto, ið Vinnumálastýrið hevur tikið stig til.

Signar á Brúnni segði seg vænta, at úrslitið av hesum tiltaki er, at samfelagið fær størri nyttuvirði av teirri orsøk, at fólkaskúlin fær fleiri teldur enn hann annars hevði fingið, og teldur, sum annars høvdu verið beindar burtur, verða dagførdar fyri eina lutfalsligari lítlari upphædd og koma at tæna nøkur ár afturat.