Er hetta skipið, sum skal økja um kapasitetin á Suðuroyarleiðini?

Henda spurningin setur sudurras.fo í dag.

 

Suðurrás heldur seg skilja, at talan er um skipið á myndini, Herjólfur III.

 

Suðurrás skrivar soleiðis:

 

Úr Løgtinginum frættist í dag frá løgtingslimum úr bæði samgonguni og andstøðuni, at innan fáar dagar verður ein loysn uppá avbjóðingar við kapasitetinum á Suðuroyarleiðini.

 

Í Løgtinginum varð ikki sagt nakað um hvat skip talan er um, men sum skilst er tað íslendska skipið Herjólvur III, sum hevur røkt farleiðina út í Vestmannaoyggjar, sum ætlanin er at keypa at økja um kapasitetin á Suðuroyarleiðini.

 

Herjólfur III røkti farleiðina millum íslendska meginlandið og Vestmannaoyggjar frá 1992 til 2019. Í 2019 varð Herjólfur III avloystur av nýggja Herjólfi (tann fjórði í røðini).

 

Herjólfur III, er bygdur í Flekkefjord í Norra í 1992 og er 70,5 m. langur og 16,0 m. breiður – og er bygdur at sigla í Norðuratlantshavi. Herjólfur III varð í summar lýstur til sølu og kann keypast fyri umleið 30 mió. kr.