Viðmerking
Kristian Sofus Midjord, Fuglafirði
Lógin viðvíkjandi skráseting av fiskiskipum og rættindum somuleiðis sett úr gildi?
Tá ið eg nú vil spyrja um slíkt, so fari eg vísa á hesar staðfestingar viðvíkjandi einum stríðsmáli sum byrjaði 17. juli 2001 og er enn á skránni tann dag ídag vit skriva 2004. Tað hevur verið ein tungur róður higartil, men er man treiskur so letur tað seg gera hóast alt. Lat okkum so tríva í, hvat hetta mál snýr seg um og hvørjir eru hesir persónar, sum eru tengdir uppí hesum stríðsmáli.
Hetta er eitt stríðsmál ímillum Kristian Sofus Midjord (vegna Sp/f H.K ) Fuglafjørður og Kaj P. Mortensen, Andras Kristiansen, Heðin Weihe, Hilmar Højgaard vegna Fiskimálaráðið(stýrið) og lat okkum ikki gloyma løgfrøðingin Poul Hansen somuleiðis vegna Fiskimálaráðið (stýrið), ein rættur sniðlingur innan sítt øki.
Sølu/leigu avtala gjørd 30. maj ? 1. juni 2001, sølusáttmálin gjørdur av Jóannis Madsen dommerfuldmægtig, ídag sakførari, sum arbeiddi hjá Anfinn Vitalis Hansen í 2001. Hesin sølusáttmáli stríddi heilt nógv ímót lógini um vinnuligan fiskikap. Hetta fekk eg staðfest við at lesa lógina sjálvur og ikki seta sítt álit til sama løgfrøðing um hesi viðurskifti og eg gjørdi so ein leigusáttmála sum var tráð við somu lóg.
Ræðisavmarking gjørd av Jóannis Madsen dommerfuldmægtig í dag, tá sum sakførari vegna sín klient Sp/f Immanuel við Álv Hansen og segði víð sínari høgru hond á hjarta. Hetta skjal kom frá Fiskimálaráðnum(stýrinum) sum var ein loddrøtt lygn. Tað havi eg fingið váttað tvær reisur frá av varandi myndugleika Fiskimálaráðnum(stýrinum) undirskrivað av Kaj P. Mortensen ein sera trúverdigur persónur má sigast, sum lýgur nær tað skal vera fyri ikki koma í óføri, men borðið fangar. Tað fyriliggur nevniliga svart uppa hvítt tíanverri Kaj.
Miðskeiðis í juni 2001 fyriliggur eitt skriv undirskrivað av táverandi landsstýrismannni Jørgen Niclasen, at hervið bleiv boðað frá, at Fiskimálaráðið(stýrið) góðkendi hesi viðuskifti treytað av, at báðir partar vóru samdir um hetta altso Sp/f H.K og Sp/f Immanuel.
17. juli 2001 sendi Sp/f H.K eitt skriv til Fiskimálráðið(stýrið) um at ógilda ræðisavmarkingina vegna avtalubrot partanna millum og vátta hetta sum skjótast við aftursvari skrivliga.
Upprunaskjalið við heitinum ræðisavmarking bleiv innlatið tann 6. aug 2001 og bleiv sostatt nakrar dagar seinri skrásett hóast mótmælið frá uppruna ognara í skrásettum høpi.
Sp/f H.K móttók eitt skriv undirskrivað Andras Kristiansen vegna Fiskimálaráðið (stýrinum)sum spurdi hvør hevði ræðisrættin yvir loyvinum. Her er ikki nógv samstarv undir somu lon má sigast tí hevði hann kunnað seg um veruleikan so hevði hann ikki stillað henda býttisliga spurning svart uppá hvítt.
Ná men síðan byrjar hetta stríðsmál av álvara, 4. septembur biði eg um alment innlit í tí, sum skuldi verið farið fram, soleiðis at eg fekk tikið til atgerð og so var gjørt.
Landsstýrisnevndin bleiv kunnað um henda trupulleika, sum beindi málið beinleiðis til Løgtingins Umboðsmann og øllum kunnugt so staðfesti hann í apríl 2002 at ólógliga framferð var gjørd av Fiskimálaráðnum mótvegis Sp/f H.K.
Síðan meldaði eg meg sjálvan fyri at hava fiskað við bátinum hjá Sp/f H.K uttan at hava tað skrivliga prógv fyri at báturin hevði veiði/fiskiloyvi, men væl vitandi um at løgfrøðisliga var tað ongan tí latið av hondum Sp/f H.K´s , hetta bleiv gjørt áðrenn niðurstøðan fyrilá frá Løgtingsins Umboðsmanni.
Tað bleiv frammsett hóttan av stjóranum Elmar Højgaard hjá Fiskiveiðieftirlitinum um at eg Kristian Sofus Midjord bleiv meldaður, so skjótt avreiðingsseðlarnir vóru teim í hendi frá Fiskimarknað Føroya, men hetta bleiv ongantið gjørt, hví kundi onkur stilla sær slíkan spurning óiva væl vitandi at teir vóru á skeivari leið.
Síðan móttekur Kristian Sofus Midjord bræv frá Landfogeden på Færøerne tann 14. august 2002 undirskrivað av Finn Ougaard, at eg Kristian Sofus Midjord ikki hevði fiskað ólógliga, nakað sum Fiskimálaráðið (stýrið) ikki vil góðtaka tann dag ídag og harvið ikki ganga ámøti um útflýggjan av veiði og fiskiloyvum skrivliga tilhoyrandi bátinum hjá Sp/f H.K.
Dómur fyriliggur frá 24 septembur 2002 sum bleiv kærdur inn til Eystara Landsrætt av báðum pørtum. Ein sera ullintur dómur má sigast, men okkurt mátti henda við hesari sak og væl skiljandi fyri flest. Eingin klokka ringir hjá Fiskimálaráðnum(stýrinum) hetta snúði seg bert um endurgjald júvíst, men grundað uppá hvat. Eg vil hervið staðfesta, at hesir løgfrøðingar sum einaferð húsast á hesum miðfyrisitingum eru sera ódugnaligir men sera heppið fyri teim, tí tað berandi fyri hesum stætti er at dúva uppá fólksins óvitan og ikki minst tey, sum umboða fólkið á tingi máttu havt kenslu av vanæran, og tó, tí havandi í huga, har so eru nógv av teim fólkavaldu, sum bert hava áhugaði fyri at tæna sær og sínum í verki.
30. apríl 2004 sendi eg Kristian Sofus Midjord eina áheitan til danska Løgmálráðið og Ríkisadvokatin um at taka til atgerð, tað vil siga reisa ákæru mótvegis Fiskimálaráðnum(stýrinum) ætlaða ákæra skuldi snúgva seg um tvangsflytan av veiði/fiskiloyvum og somuleiðis skjalafalsan og alment framsettar hóttanir, sum ikki vóru uppfylgdar, men hetta bleiv ikki beinleiðis gingið á møti, men ístaðin fekk eg viðhald í at reisa hesar somu ákærur mótvegis av varandi myndugleika soleiðis kundi Ríkisadvokaturin sleppa burtur úr hesari trongstøðu, so bleiv gjørt, men Landfogeden på Færøerne við Finn Ougaard vildi ikki taka ímót hesari ákæru frá mær Kristian Sofus Midjord við hesari grundgeving. Hatta málið er avgreitt longu 14. august 2002 og at Fiskimálaráðið(stýrið) skal útskriva eitt veiði og fiskiloyvi til bátin Eik Helgadóttir hvørs eigari er Sp/f H.K (undir tvingsil) tó undrar tað meg stórliga um Landfogeden på Færøerne skilur hvussu álvarsligy hetta mál er í verleikanum.
Eg skilji greitt tað skriv frá Landfogeden på Færøerne at tað manglar bert ein skrivlig váttan uppá veiðiloyvi og fiskiloyvi hvarí tað løgfrøðisliga er uppá sítt pláss meðan teir yviri við strond skilja hvørki eitt ella annað og hvat so teir fáa sín feitu almennu løn óansæð, minnir meg nógv um tey heilagaðu neytini í Indiu fyrr doyr alt í hungri áðrenn ein kúgv verður slaktað sera heppin støða fyri allar teir aðalstjórar-stjórar-deildarstjórar-fullltrúar (helst fleir tørvsnøvn) bjølgar sum húsast í heitum og fjálgum skrivstovuhølum goldið av tí berandi í hesum samfelag.
Síðan eftir hetta so hevur Eystari Landsrættur av øllum alvi roynt at fyrikoma mær Kristian Sofus Midjord, at framføra hesa sak ímót Fiskimálaráðnum uttan hepni má sigast, tí loksins so hevur Eystari Landsrættur boðað frá, at eg Kristian Sofus Midjord kann føra sakina vegna Sp/f H.K (undir tvingsil) Teir hava møguliga lisið uppá hvat fyri lóg er galdandi hesum staðfestingum nevniliga sjólógin.
Góðu lesarar haldi mær til góðar fyri at hetta bræv bleiv í so langt við um vón at hetta var ein góður lesnaður hóast alt. Vónandi fæst onkur viðmerking til hetta bræv.