Hvat er ein sentralbanki?
Í søguligum høpi hevur einarættur til mynt- og seðlaútgávu verið ein týðandi pengapolitisk og symbolsk uppgáva, sum sentralbankar hava staðið fyri. Men her er talan um eina út av nógvum uppgávum, og sum seinnu árini hevur fingið minni og minni týdning, samanborið við aðrar uppgávur. Hendan gongdin er m.a. týðilig í EU-londum. Gangi út frá, at Astrup Hansen, um so er, at Danmark fer við í EURO-samgonguna, framvegis roknar Danmarks Nationalbank sum sentralbanka.
Undir seinna heimsbardaga gav ein stovnur, mannaður av amtmanninum og limum úr løgtingum, út pengaseðlar í Føroyum. Seðlarnir blivu prentaðir í Gamla Bókhandli. Sambært allýsingini hjá Astrup Hansen av, hvat ein sentralbanki er fyri ein stødd, so hava føroyingar tískil havt Gamla Bókhandil sum egnan sentralbanka í nøkur ár.
Eyðkenni við sentralbankanum er, at talan er um stovn, ið er óheftur av politiskum og vinnuligum seráhugamálum, og sum hevur serligar heimildir til at nýta amboð, ið kunnu ávirka fíggjarkervið.
Høvuðsmál sentralbankans er ikki, eins og tað er fyri vinnuligar peningastovnar, at skapa so stóran profit sum møguligt, men at røkja samfelagsbúskaparlig áhugamál.
Í summum londum hevur sentralbankin fingið sterkar formligar heimildir til at gera seg galdandi, í øðrum londum veikari. Tað, sum tó gongur aftur og aftur í sentralbankalóggávum, er, at amboðini, ið eru til taks, skulu nýtast fyri at røkka málum um javna búskapargongd og tryggum og smidligum fíggjarkervi.
Vanligt hevur verið, at stovnurin hevur verið tryggjaður mótstøðuføri til at standa í móti hørðum trýsti frá fíggjarstovnunum á marknaðinum. Eisini hevur verið vanligt, at sentralbankin hevur verið tryggjaður amboð at nýta ímóti ábyrgdarleysum stjørnum, tá ið hesar - sum dømini eru nógv um - royna at vinna eitt komandi val, við at seta meiri ferð á búskapin enn gott er við ekspansivum fíggjarpolitikki. Sentralbankin hevur vent sær móti hesum við kontraktivum pengapolitikki, herundir við ikki at geva stjørnunum møguleika til at fíggja undirskot við lagaligari fígging úr sentralbankanum.
Sentralbankar hava við hesum virkað sum eitt slag av andvekt móti stutttíðaráhugamálum hjá ábyrgdarleysum fíggjarpolitiskum myndugleikum - tvs. stjørn og meiriluta á lóggávutingi. Her í liggur týðandi munur millum tørvin hjá Føroyum og eitt nú Bornholm á einum sentralbankastovni. Tí mær vitandi finnst ikki lóggávumyndugleiki á Bornholm, sum eins og Føroya Løgting, hevur vald til við lóg at samtykkja vavi á útreiðslum og inntøkum á lokalari fíggjarlóg.
Amboðini
Sentralbankar hava roynt at rættvísgjørt tilveru sína við tiltøkum, sum grundað hava verið á fakligan førleika. Týdningarmikið hevur verið at byggja upp hagtalsskipanir og greiningarførleika. Alment kent er hertil, at stórar búskaparkreppur hava styrkt um støðuna hjá sentralbankunum - bæði mótvegis útinnandi politiska valdinum og vinnuligu fíggjarstovnunum. Hyperinflatiónin í Týsklandi í 30-unum man vera kendasta dømið um hetta.
Ítøkiligar uppgávur, sum sentralbankarnir í søguligum høpi hava loyst, umframt seðlaútgávu, hava verið:
?at virka sum banki hjá tí almenna, herundir at staðið fyri almennari lántøku og gjaldførisstýring
?at ansa eftir útlánsvirksemi (kredittmidling) hjá fíggjarstovnunum, og eftir førimuni at ávirka hetta, soleiðis at tað ikki hevði skaðiligar avleiðingar fyri búskapargongdina
?at virka sum clearingsstovnur fyri vinnuligu fíggjarstovnarnar og annars at menna gjaldsskipanir millum innlendis og útlendis fíggjarstovnar
?at veita ráðgeving, hagtøl og búskapargreiningar fyri politisku myndugleikarnar
?at menna fíggjarkervið við nýggjum marknaðum, eitt nú við at byggja upp marknaðir fyri stutt og long lánsbrøv og partabrøv
?at virka sum ?lender of last resort?, tá ið fíggjarstovnar høvdu bundið pening í útlán yvir evni.
Hesar uppgávurnar, sum sentralbankar hava staðið fyri, hava samstundis verið karmur um týdningarmiklastu amboðini hjá teimum.
Ymist hevur tó verið, hvussu sentralbankar í ymsum londum hava raðfest málsetningar sínar. Danmarks Nationalbank hevur t.d ikki lagt so stóra orku í at byggja upp láns- og partabrævamarknaðir - og als ikki í Føroyum, sum í mun til Danmark hevur havt ein ógvuliga undirmentan infrastruktur á hesum øki. Nationalbankin hevur ikki mett hetta vera neyðugt í Danmark, tí hesin infrastrukturur hevur verið hampuliga væl mentur. Støðan hevur verið ein onnur í øðrum minni londum; eitt nú í oyggjalondum sum Malta og Íslandi, har sentralbankarnir í 80-unum nýttu nógva orku upp á at byggja upp ymiskar tættir av lánsbræva- og partabrævamarknaðunum.
Uppgávurnar, sum sentralbankarnir leggja seg eftir at loysa, hava av náttúrligum ávum samband við tað menningarstøði, sum galdandi er í einstøku londunum. Sjálvandi! Og sjálvandi gera slík viðurskifti seg eisini galdandi fyri tær uppgávur, sum leiðsla landsbankans setir sær fyri at loysa í hesum tíðum viðvíkjandi føroyska fíggjarkervinum.
Er landsbankin sentralbanki?
Ja! Í mínari verð, eingin ivi um tað. Tað hevur í longu politisku viðgerðini síðan 1940 av landsbankamálinum alla tíðina verið ætlanin, at landsbankin skuldi virka sum sentralbankastovnur. Og hyggja vit eftir teimum uppgávum, sum vanliga eyðkenna sentralbankavirksemi, so er landsbankin longu virkin á fleiri týðandi og viðkomandi økjum.
Nakað annað er so tað, at støðan í Føroyum er heldur fløkt í mun til onnur lond, tí nakrar av uppgávunum, sum eyðkenna sentralbankavirksemi ikki liggja hjá landsbankanum, men hjá øðrum aktørum. Aðrir stovnar sum gera seg galdandi eru t.d.:
?Elektron, sum røkir clearingsuppgávur fyri peningastovnarnar,
?Ríkisumboðið, hvørs bankadeild stendur fyri praktiskari umsiting av seðlaumfarinum og
?Danmarks Nationalbank, sum á ávísum økjum røkir yvirskipaðar uppgávur fyri alt Danmarkar ríki.
Hertil hevur lóggávuvald okkara aftrað seg við at geva landsbankanum amboð, sum hava verið vanlig í øðrum londum; partvíst tí at lobbyvirksemið hjá peningstovnunum var stórt móti at geva landsbankanum myndugleikaførleika í tíðarskeiðnum 1977-92, tá ið landsbankalógin stóð á politisku dagsskránni og partvíst tí, at lóggávuvald okkara ikki vildi koma sær í óføri við at lóggeva á økjum, har ivi var um lóggávukompetensuna, sæð í mun til ríkisrættarligu støðu Føroya.
Hyggja vit eftir nøkrum av teimum amboðum, sum sentralbankar í øðrum londum hava havt møguleika at nýta fyri at ávirka atferðina hjá bankunum, so fevna hesi t.d. um rætt hjá sentralbankanum til
?at seta hámark fyri útlánsvøkstri hjá bankunum
?at áleggja bankunum at seta pening (við hvørt rentufrítt) í sentralbankan - hetta fyri at minka um útlánsorku teirra
?at krevja hægri ella lægri mark fyri, hvussu stóran part av aktiv-massuni hjá bankunum, ið skuldi vera likvid (tvs. ikki bundin í útlán)
?at áleggja bankunum ikki at fremja ágangandi marknaðarføring av lántøkumøguleikum yvirfyri borgarum við ætlanum um húsabygging, bilkeypi v.m.
?at áleggja fíggjarstovnunum upplýsingarskyldu - tó uttan at bróta bankaloynidómar - sum gera sentralbankan føran fyri at gera hagtalsgrundaðar metingar av búskaparligu gongdini
Øll hesi amboð ávirka vinnuligu fíggjarstovnarnar og kappingarstøðu teirra mótvegis sentralbankanum. Men endamálið hevur sjálvandi ikki verið, at tey skuldu nýtast fyri at geva sentralbankunum kappingarfyrimunir mótvegis vinnuligu fíggjarstovnunum. Endamálið hevur verið - og er - at halda saman upp á eina búskaparliga heild.
Viðmerkingar Astrup Hansen?s um, at landsbankin skal kunna krevja inn hagtalsupplýsingar - sum annars bert eru partar av teimum upplýsingum, peningastovnar okkara í dag senda danska fíggjareftirlitinum, og sum í aggregeraðum skapi verða sendir víðari til Danmarks Nationalbank, men ikki til landsbankan - eru løgnar.
Hann førir fram, at landsbankin ætlar ?at påtage sig en tilsynslignende opgave?. Hetta sjónarmiðið er burturvið. Landsbankin ynskir, alt tað eg veit um, ikki detail-upplýsingar um atferð peningastovnana, men hagtalsupplýsingar á aggregeraðum støði, sum ger tað møguligt at fylgja við í búskapargongdini.
Er neyðugt við einum partleysum myndugleika, sum kann gera seg galdandi innan fíggjarkervi okkara?
Tann ráði marknaðarbúskapurin, eyðkendur við, at myndugleikar lata standa til, hvat so enn hendir í ymsu greinunum av búskapinum - sokallaði laissez-faire-politikkurin - hevur síðan dagar Adam Smith´s - og eisini av hesum sama faðiri at búskaparfrøðini - verið hartaður fyri ikki at vera samfelagnum at gagni. Hann skapar grundarlag fyri afturvendandi kreppum. Nútímans hugsan millum búskaparfrøðingar fyri at bróta óndu ringrásina er, at marknaðarkreftirnar skulu sleppa at virka, men innanfyri ávísar karmar, myndugleikarnir seta og halda eyga við.
Í hesum sambandi tykir mær, at argumentatiónin hjá Astrup Hansen er vend á høvdið. Samstundis sum hann gevur mær rætt í sjónarmiðinum um, ?at de private pengeinstitutter ikke kan have et overordnet ansvar for økonomien?, so meinar hann ikki, at landsbankin skal virka sum myndugleiki á økinum, tí landsbankin ?ganske mangler de virkemidler, der kræves for at kunne føre økonomisk politik?. Tí skulu uppgávurnar landsbankin røkir - serliga gjaldførisrøkt og umsiting av lántøku fyri almenna sektorin - liggja hjá privatu peningastovnunum.
Logikkurin hjá Astrup Hansen er: Av tí at landsbankin er veikur - ov veikur, eitt nú mótvegis peningastovnunum - so tak lívið av honum.
Fyri at vísa konsistentan logikk í tankagongd síni átti Astrup Hansen heldur at mælt til, at amboðini, landsbankin hevur, blivu styrkt.
Landsbanki ella ikki
Í mínari verð er fyri so vítt líka mikið, um uppgávur landsbankans liggja hjá einum stovni, sum eitur landsbankin ella ikki. Havi út frá fakligum sjónarmiðum einki í móti, at landsbankin verður niðurlagdur ... bara uppgávurnar hann røkir verða røktar til fullnar. Hetta gerst ikki við at leggja uppgávurnar yvir til peningastovnarnar, tí hetta viðførir ov stóra konflikt millum vinnuligu áhugmál teirra og samfelagsligu áhugamálini. Hetta eiga føroysku bankakreppurnar í 50-unum og 90-unum - eins og líknandi kreppur í øðrum londum - at hava lært okkum.
Skal landsbankin niðurleggjast, so er antin neyðugt at stovna annan tilsvarandi stovn - og við hesum er helst onki vunnið - ella at leggja virksemið landsbankans beinleiðis undir fíggjarmálaráðharran.
Landsbankin - ein demokratiskur stovnur
Landsbankin hoyrir sum lógarumsitingarfyribrigdi undir fíggjarmálastýrið. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur rætt til at møta á nevndarfundum landsbankans, men hevur - eins og galdandi er í øðrum londum - ikki atkvøðurætt. Nevnd landsbankans verður samansett av limum úr umsjónarráði landsbankans. Limirnir í umsjónarráðnum verða valdir av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, herundir eisini privatu fíggjarstovnunum, av landsstýrinum. Demokratiski bygnðurin við umsjónarráði, nevnd og stjórn er við hesum meinlíkur teimum, sum galdandi er fyri sentralbankar í øðrum londum.
Skal landsbankin beinleiðis gerast partur av fíggjarmálastýrinum, er neyðugt at niðurleggja nevnd og umsjónarráð landsbankans. Við hesum renna vit okkum í trupuleikar á ymsum økjum.
Fyri tað fyrsta er vandi fyri, at fakligu politiskt óheftu atgerðir og tilráðingar landsbankans verða undirlagdar teimum áhugamálum, sum til eina og hvørja tíð eru áhugamál hjá sitandi samgongu.
Í øðrum lagi er vandi fyri, at brot verður framt á tær reglur, sum í EU-høpi ganga undir heitunum ?forboð móti moneterari fígging? og ?forboð móti atgongd hjá politiskum myndugleikum til priviligeraða fígging?. Í hesum høpi er lógarkravið um, at landskassin ikki hevur nettoskuld mótvegis landsbankanum ógvuliga stóran týdning.
Her er talan um lóggávu, sum Danmark og EU-lond annars hava bundið seg til, og sum eisini er galdandi í samband við innlán og dráttarrætt landskassans í landsbankanum. Eitt týdningarmikið endamál við hesum er at tryggja, at tá - og um - kreppa tekur seg upp, so skulu stundir vera til at rætta upp á búskaparpolitikkin, uttan at landskassin skal út á lánmarknaðin í skundi - við fylgjandi hørðum kreditortreytum. Her er lógargrundarlagið undir landsbankanum nútímans. Afturat hesum virkar hendan lóggáva sum ein ?buffari?, sum gevur føroyska samfelagnum trygd fyri, at stundir verða til hjá politikarum okkara at fremja neyðugar tilllagingar undir konjunkturniðurgongd, uttan at hesar nýtast at raka so meint, sum vit sóu tað undir seinastu kreppuni.
Jonhard Eliasen