Signar fór frá, meðan málið um pengar til SVF bleiv kannað. Hann hevði eitt lyfti frá flokkinum, um at hann kundi fara í starvið aftur, um kanningin vísti, at einki skeivt var farið fram. Hettar var júst tað, ið kanningin vísti. Men Signar kom ikki í starvið aftur, so tann (floksformaðurin?), sum hevur givið lyfti um hettar, má so hava logið.
Eg havi so verið úti fyri, at bæði Høgni og Tobbi hava ávikavist skoytt uppí og klípt burtur av setningum, ið teir endurgeva, fyri at broyta upprunaligu meiningina, so hon passar í teirra kramm. Hetta er bara ein annar máti at lúgva uppá.
Tobbi royndi sum landsstýrismaður at lúgva uppá nøkur heiðursfólk úr Vestmanna. Tað gekk ikki, og Tobbi mátti fara til hús.
Nú sær tað út til at Karsten kanska hevur roynt seg í ?branchuni?. Hann sigst at hava brúkt løgtingsins røðarapall at ?pella? um rentuna á donsku statslánunum. Heri Mohr, ið altið er ein ógvuliga konkretur maður, vísur í bløðunum á, at Karstin átti at vitað betur út frá teimun upplýsingum, ið eru tøkir í Fíggjarmálastýrinum.
Nú er tað soleiðis, at tað er eingin skomm at vita for lítið. Hevur ein sagt nakað uttan at vita betur, ja so gevur man eina umbering - so er tað í lagi. Verri er, um man við vilja hevur sagt ósatt fyri Løgtinginum.
Landsstýrisfólk eru umsitarar fyri løgtingið á sama hátt, sum stjórar eru tað hjá einari nevnd. Um ein stjóri lýgur fyri nevndini, so verður hann koyrdur til hús. Um nevndin veit, at viðkomandi lýgur, og einki ger, so verður hon skift út við næsta nevndarval.