Er nakað innihald í politiskum retoriskum flosklum?

Maud Wang Hansen

Var á Trapputingi fyri nøkrum døgum síðani.
Fitt av fólki var møtt, og hølini vóru hugnalig, man sat eitt sindur trongt, men tað gjørdi tað bara deiliga trygt at sita har og lurta eftir tveimum alternativum løgmansrøðum. Tað er ikki hvønn dag man verður útsettur fyri at skula hoyra tvær løgmansrøður sama dag, og tað krevur eitt sindur av tær. Forvæntningarnir vóru stórar, serliga til leiðaran fyri Serstovnadeildina, sum jú dagliga leiðir eina deild har sosialt arbeiði er kjarnuveitanin.
Eg má siga, at eg var bergtikin av røðuni hjá Svening á Lofti, hann dugdi væl og setti viðurskiftini hjá sálarliga sjúkum í perspektiv uttan at man fekk fatan av, at tað var yvirdrivið ella íspunnið. Tað var tann harði veruleikin sum bleiv lagdur fram upp á 12 min.
Jóanes Dalsgaard hevði nøkur spennandi sjónarmið um, hvussu vit máta trivnaðin í føroyska samfelagnum. Spurningurin um, hvørt tað er trvinaðurin hjá teim veikastu í samfelagnum, sum skal verða avgerandi fyri, hvørt vit kunnu meta okkum millum fremstu lond í heiminum um bert 10 ár, altso í 2015, er áhugaverdur.
Spurningurin til verandi politisku fyriskiparar er, hvørt tey vilja hava so nógv sum gjørligt fyri peningin, t. e. kvantitet ella um tey ynskja so góðar tænastur sum gjørligt fyri pengarnar, t. e. kvalitet?
Jørgeni Niclassen sá út til at dáma væl tosið um, at man kann finna privatar loysnir í staðin fyri almennar. Hann segði við einum smíli, at man lættliga kann finna betri og enntá bíligari loysnir við at leggja sosiala arbeiði á privatar hendur. Her loyvi eg mær at ivast í, um vit tá fáa kvantitet ella kvalitet fyri pengarnar, eg beri stóran banga fyri, at tað verður tað fremra, t.e. kvantitet.
Vit hava seinastu tíðina sæð nógv dømir um, at sosialt arbeiði verður lítið mett og kanska kemst hetta av manglandi vitan um samanhangir. Tað er eingin loyna, at arbeiði við brekaðum fólki er serligt og at tað ofta krevur langar frágreiðingar, tá ein skal lýsa júst, hvat tað er sum man ger og hví tað kostar tað sum tað ger. Tá eg sigi brekað fólk, brúki eg hetta ikki vældámda fyribrygdið, sum hóast alt umfatar fólk, ip eru skerd í førleika av mongum ymiskum ávum. Eg taki ongan bólk fram um nakran annan, hóast eg má ásanna, at tað eru bólkar, sum eru verri fyri í samfelagnum enn aðrir.
Eg vil her nevna nøkur dømir um sparingar, sum hava rakt sosiala økið í fjør:
Tórshavnar kommuna lækkaði barnagarðsaldurin fyri at fáa bíðilistarnar burtur. Høvdu tey tosað við foreldrini og námsfrøðingarnar á økinum um, hvørjar avleiðingar hetta kundi fáa fyri trivnaðin í einum barnagarði?
Kvøldskúlarnir fyri fólk við serligum tørvi vóru skornir inn á bein og ávíst virksemi bleiv strikað heilt. M. a. virksemi á Verkstaðnum Vón bleiv støðgað. Spurdi man tey avvarðandi og lærararnar, hvørjar avleiðingar hetta kundi fáa? Man spurdi ein av teimum, sum hevði valt henda aktivitet í áravís, og hansara viðmerking var: »At so má eg bara sita heima um kvøldarnar, tað er keðiligt«.
Ferð aftan á ferð verða álit skrivaði uttan at fakfeløg ella áhugabólkar eru umboðaði í hesum arbeiði.

Og tað eru nógv onnur dømir&&
Fyri at venda aftur til tað politiska forumið á Trapputinginum, hevði undirritaða eina viðmerking um, at tað átti at verið við fólki sum bera brek eins og tað er við skúlanæmingum, at man tillagar virksemi eftir, hvussu stórur tørvurin er. Vit hoyra ikki um, at ávísir skúlanæmingar ikki sleppa í skúla, tí ov lítlir pengar eru til tess. Hvør skulanæmingur kostar eina ávísa upphædd, m. a. við læraratímum og plássi.
Tað var hetta eg hugsaði, tá eg segði, at pengarnir skulu fylgja brúkaranum. At júst hesin seinasti setningurin var ein politiskur retoriskur floskil, hugsaði eg ikki um. Men eg fór at ivast, tá Jørgin Niclassen tók undir við tí eg segði.
Tað eg meini er, at um ein persónur hevur ávísan tørv á hjálp, skal hesin tørvur metast av fakfólki og røttu tilboðini fáast til vega. Tað er at virða menniskja, og tað skapar trivna, og eg meti, at vit kunnu koma við í visión 2015 á henda hátt og bert á henda hátt.
Sosialpolitikkur kann ikki fastleggjast í eini fíggjarætlan, har má verða pláss fyri, at viðurskifti, man ikki visti, um kunnu loysast tá tey uppstanda.
Føroyska samfelagið eigur í 2005 ikki at dúva upp á foreldur og avvarðandi, men at geva øllum sum tørva hjálp eina virðiliga viðferð.
Takk fyri eitt gott tiltak og takk fyri tær opinhjartaðu viðmerkingarnar, sum vórðu bornar fram hetta kvøldið, tað var gevandi og læruríkt fyri meg at luttaka.