Hvat sigur andstøðan?
Høgni Hoydal sigur í Sosialinum fyri stuttum, at “Visjón 2015 er ein “propaganda- og prestiguprojekt hjá løgmanni...”. Tá hann kemur til aftur, ætlar hann ikki at arbeiða víðari við hesum tóma hugtaki og sigur víðari:“Tí hvat er visjónin? Eg veit tað ikki, og ongin, sum eg havi prátað við, veit hvat visjónin er fyri nakað....”. Her er talan um rein orð fyri peningin frá andstøðuni í løgtinginum.
Hvat sigur samgongan?
2 dagar áðrenn hevur Sosialurin prát við tveir av landsstýrismonnunum, vinnumálaráðharran og fíggjarmálaráðharran. Orsøkin til, at bert 31% kenna seg aftur í Visjón 2015, og bert 12% trúgva uppá, at rokkið verður á mál, er sambært vinnumálaráðharran:
“Hetta stutta tíðarskeiðið hevur fólkið fingið nógva ymiska kunning, so tað kann vera trupult at kenna seg aftur í visjónini”. Palleba, Marsanna og eg hava fingið nógv fleiri upplýsingar, enn vit eru før fyri at “krepera” upp á so stutta tíð. Vit eru slettis ikki nóg klók til at fata tær stóru ætlanirnar. Men hvørjar eru visjónirnar í visjónini? Lat okkum hyggja nærri at tí, sum vinnumálaráðharrin og fíggjarmálaráðharrin bera fram.
Vinnumálaráðharrin
“Lat meg sláa fast, at eg meti Visjón 2015 vera eitt positivt, skilagott og neyðugt stig, sum eg stuðli løgmanni fult í” sigur vinnumálaráðharrin. Gaman í, men hevur hann ikki okkurt ítøkiligt at vísa á? Víst so: “Frá vinnupolitiskari síðu kann eg siga, at eitt granskingararbeiði er í gongd. Vit hava arbeitt nógv við eini granskarapark. Hendan granskaraparkin er partur av vinnupolitikkinum, sum er partur av visjónsarbeiðinum, og eg vóni at síggja hetta aftur á fíggjarlógini fyri komandi ár. Men tað kann vinnumálaráðharrin gott gloyma – sí niðan fyri hvat fíggjarmálaráðharrin sigur. Sum prikkin yvir iið sigur vinnumálaráðharrin seg hava víðkað visjón 2015 (frá hvørjum?) til at fevna um eina dagføring av vinnulóggávuni. Jú men, visjón ella ikki visjón, so er hetta eitt minstakrav, um vit skulu fáa ein føroyskan “virðisbrævamarknað” at virka.
Fíggjarmálaráðharrin
“Endamálið við visjónini er ikki at játta pening her og nú, men at broyta hugburðin hjá føroyingum, so vit í størri mun venja okkum við at seta okkum mál” sigur fíggjarmálaráðharrin. Hann er ikki samdur við teimum um, at teir ongan politikk hava. “Um vit vísa á øki, sum vit hava uppraðfest, so síggja vit, at einar 15 milliónir eyka eru játtaðar til útbúgvingarøkið”. Mexico, go home. Fíggjarmálaráðharrin er varin viðvíkjandi hækkan av játtanini til gransking og sigur:
“Men um vit bara hækka játtanina, so er vandi fyri, at hon verður bara spjødd í smáum nøgdum, uttan vit og skil”. So vinnumálaráðharrin skal ikki rokna við tí stóra – og tað skulu vit heldur ikki.
Summir føroyingar eru vanir at seta sær mál
Hóast fíggjarmálaráðharrin heldur, at vit mugu læra okkum at seta okkum mál, og alt bendir á, at oman fyri nevndu landsstýrismenn ikki enn hava sett sær tey heilt høgu málini, so eru aðrir føroyingar sum eru vanir at seta sær mál. Tak t. d. Høgna Hoydal og hansara flokk. Teir hava sanniliga sett sær mál, so tað forslær. At so úrslitini blivu katastrofal, at alt endaði við “sjálvmálum”, tað er ein heilt onnu søga. Lat okkum hyggja nærri at teimum seinastu málunum, sum Tjóðveldisflokkurin og Høgni settu sær.
Samgongan seinnu helvt av ottatiárunum.
Høvuðsendamálið við samgonguni 1985 til 1988 var at skapa ein sjálvberandi búskap. Úrslitið bleiv, at nýggj lán frá útlondum uppá 6 til 7 milliardir eftur boðum og loyvi frá fíggjarmálaráðharra Tjóðveldisfloksins vórðu upptikin eftir 4 árum, umframt at allur peningurin frá útflutningi og blokkstuðuli fór upp í royk. Flestu nýggju lánini forðaðu fyri einum sjálvberandi búskapi. Føroyar fóru logandi á húsagang.
Høgni Hoydal í samgongu
Tá Føroyar vóru komnar nøkunlunda aftur á rættkjøl, aftan á at danir høvdu pumpað 3 milliardir kr. inn í føroyska búskapin, umframt blokkstuðulin upp á eina milliard árliga, legði Høgni Hoydal til brots og setti sær nýggj mál. Vit skuldu eina ferð enn hava ein sjálvberandi búskap. Árligu almennu útreiðslurnar “eksploderaðu” eftir heilt stuttari tíð. Hetta ber ikki upp undir nakran sjálvberandi búskap, tvørtur ímóti. Vit skuldu eisini hava loysing, og danir skuldu halda áfram við at gjalda. Ein long røð av nýggjum embætismonnum vórðu settir í starv fyri at skriva hvítubók og leggja til rættis strategiina til at náa málini hjá Høgna.
“Klimaks” upplivdu vit við álopinum á Keypmannahavn. Tríggir teir ovastu herleiðararnir, Annfinn, Høgni og Helena nýttu sama “taktikk” sum amerikumenn nýttu, tá teir fóru inn í Golfin og longur eystur, tá teir bjóðaðu fjølmiðlunum við inn í stríðsvognarnar. Okkara herovastar bjóðaðu allari pressuni við í flogfarið hjá Atlantsflog til Keypmannahavnar. Her umframt høvdu teir professionellan “krígsfilmfotograf” við sær. Tað sigst, at amerikumenn í byrjanini høvdu amerikanska fólkið við sær, men at teir høvdu ov fáar hermenn við sær eystur eftir til at vinna endaliga sigurin. Okkara herovastar høvdu ikki føroyska fólkið við sær, og tað vistu danir. Onki úrslit, uttan ein vanærulig skomm fyri Føroyar.
Enn sær visjón 2015 sera soltin út – sum eitt “piðað jakkatræ”
Og tá báðir omanfyrinevndu landsstýrismennirnir, enntá fleiri ferðir, í samrøðuni við Sosialin lova, at tilfarið verður “kókað” niður, er kanska ikki so nógv í væntu. Tað er sera sera harmuligt, men hóast alt frægari enn, um andstøðan sleppur at taka yvir, og eina ferð enn setur sær nýggj stór mál.
PE