Føroya Kommunufelag
Tíðindaskriv um útjavning
Felagið metir ta vera neyðugt at hugtakið útjavning kemur á dagsskránna og at fyrimunir og vansar við einari slíkari skipan verða neyvt lýstir.
Útjavningaskipan óneyðug?
Nú røddir eru frammi um at slík skipan er óneyðug, ongan mun ger, og at royndir úr okkara grannalondum vísa at slíkar skipanir eru av tí ónda, kennir felagið seg noydd at koma við nøkrum viðmerkingum.
Ásannandi at ta skal vera liviligt í øllum samfelagnum, bæði í miðstaðar - og í útjaðara øki, hava allar grannatjóðir okkara eina millumkommunala útjavningarskipan. Gaman í eru hesar skipanir ikki lýtaleysar, men tær eru neyðugar fyri at varðveita eitt samhaldsfast samfelag har kommunur og fólk uttanfyri miðstaðarøkið eisini hava møguleikar fyri at menna seg, á jøvnum føti við restina av samfelagnum.
At siga at ein slík skipan ikki er neyðug í Føroyum, er at fara heldur lætt um sannleikan
Verandi støða
Á talvuni niðanfyri sæst at inntøkugrundarlagið hjá kommunum og økjum í Føroyum er sera ymiskt.
Talva 1
ØkiSkattskyldug inntøka pr.skattaborgara
1 Norðoyggjar161.800
2 Eysturoy165.502
3 Sundalagið166.015
4 Streymoy 186.261
5 Vágar164.151
6 Sandoy145.438
7 Suðuroy150.371
Miðal172.033
Suðurstreymur hevur eitt inntøku grundarlag sum er gott 186 túsund kr. pr. skattaborgara, ímeðan skattagrundarlagi í Sandoynni sum ta lægsta er uml. 145 túsund kr. pr. skattaborgara. Altso ein munur uppá góðar 40.000 kr.
Økjini í landinum kunnu býtast í trý.
1.Norðoyggjar,Eysturoyggin, Sundalagi og Vágarnar ið hava eitt inntøkugrundarlag sum er eitt vet niðanfyri miðalinntøku grundarlagið í Føroyum.
2.Streymoy ið liggur væl omanfyri miðal
3.og Sandoy/Suðuroy sum liggja væl niðanfyri.
Skattagrundarlagi hjá kommununum í Suðuroynni og Sandoynni eru uml 25 % lægri enn skattagrundarlagi er í eitt nú Tórshavnar kommunu. Viðmerkjast skal at talan er bert um A- inntøkur. Høvdu aðrar inntøkur so sum partafelagsskattur, vørugjøld o.a. verið tiknar við, hevði munurin verið væl størri.
Ta er eingin loyna, at oftani eru ta kommunurnar við lægsta inntøkugrundarlagnum sum hava hægstu kommunuskattaprosentini eins og størstu kommunuskuldina, so ójavnin í fíggjarligu fyritreytinum hjá kommununum eru helst væl størri enn talvan omanfyri vísir.
Hvør er støðan hjá borgaranum í dag.
Taka vit dømis støðuna hjá trimum borgarum búsitandi ávíkavist á Sandi, Vestmanna og í Tórshavnar kommunu. Allir forvinna 200.000 kr. um árið. So skuldu hesir í kommunuskatti í 2006 gjalda.
Talva 2
KommunainntøkaSkattaprosentKommunuskattur
Tórshavn200.000 kr19,7534.365
Vestmanna200.000 kr22,0038.280
Sandur200.000 kr24,0041.760
Sum sæst á talvuni omanfyri skal ein borgari í Vestmanna og á Sandi gjalda ávíkavist 3.480 kr. og 7.395 kr. meira í skatti árliga, enn ein borgari við somu inntøku í Tórshavnar kommunu.
Út frá teimum báðum talvunum sum vístar eru, kunna vit millum annað staðfesta
•at ein skattaborgari í Tórshavn forvinnur í miðal áleið 40.000 kr. meira um árið enn ein borgar í Suðuroynni ella Sandoynni. ( Talva 1)
•At skattatrýsti er sera ymiskt frá kommunu til kommunu ( Talva 2)
Kunnu fleiri øki leggjast út uttan eina útjavningarskipan?
Tá ið landið flytur kommununum uppgávur at umsita so skal landsskatturin lækka, samsvarandi uppgávu kostnaðin av tí uppgávu ið løgd verður út.
Í 2006 vóru øki ið kostaðu 54 mill lagdar frá landinum til kommunurnar at umsita, svarandi til 1,1 % av skattainntøkunum.
Hetta merkti at landið kundi lækka skattin við 1,1% og kommunurnar kundu hækka skattin samsvarandi uttan at borgarin merkti nakað til hetta. Men talan var bert um eitt miðaltal.
Av tí at skattagrundarlagi hjá kommunum er ymiskt, hevði helst verið neyðugt hjá ein kommunu við lágum skatta grundarlagi at hækka skattin við meira enn 1,1 %, ímeðan ein kommuna við høgum skattagrundarlagi helst ikki hevði havt fyri neyðini at hækka skattin eins nógv.
Vit kunnu taka enn eitt dømi.
Ein kommuna við eini miðal inntøku uppá 150.000 kr. pr. skattaborgara ( Til dømis Kommunurnar í Suðuroynni, sí talvu 1) og ein kommuna við eini miðalinntøku uppá 190.000 kr. pr. skattaborgara, (Til dømis Tórshavnar kommuna) skulu yvirtaka annaðhvørt skúlan ella eldraøkið. Hvørt av hesum økjum kosta áleið 300.000 mill. Kr., svarandi til uml. 6 skattaprosent.
Við øðrum orðum skuldi landið í samband við yvirtøkuna lækka skattin við uml. 6 prosentum, samstundis sum kommunurnar kundu hækka skattin við 6 prosentum uttan at borgarin merkti nakað økt skattatrýst.
Men hvat hendur tá ið tvær kommunur við ymiskum skattagrundarlagið hækkað skattin við 6 prosentum.
Talva 3
Kommuna
(miðalinntøka-botnfrádrátt) = SkattagrundarlagSkattabroyting uppá 6%
Kommuna 1
(T.d. Tórshavnar kommuna)(190.000 - 26.000)= 164.0009840 kr. pr. Borgara
Kommuna 2
(T.d. kommunurnar í Suðuroynni)(150.000 - 26.000)= 124.0007440 kr. pr. Borgara
Talvan vísir at kommuna 1, fær 9840 kr. inn fyri hvønn skattaborgara um hon hækkar skattin við 6 prosentum. Kommuna 2 fær 7440 kr. inn, ella 2400 kr. Minni fyri hvønn skattaborgara, svarandi til áleið 25 prosent.
Um til dømis skúlin verður lagdur kommununum at umsita so fær kommunan eina lógarbundna uppgávu at umsita. Hon skal reka skúlan í samsvar við ítøkiligi krøvini í fólkaskúlalógina.
Trupulleikin er at kommuna 2 skal reka júst somu uppgávu sum kommuna 1, men hon skal reka hesa uppgávu við einum kostnaðarstøði ið er 25 prosent minni.
Ein møguleiki er at kommuna 2 hækkar skattin meira enn kommuna 1. Men havandi í huga at kommuna 2 helst longu hevur eitt høgt skattaprosent, eina tunga skuldarbyrðu og eitt lítið inntøku grundarlag, so er hetta neyvan nøkur gongd leið. Hin møguleikin er sjálvsagt at kommunan ikki hækkar skattin við meira enn við 6 prosentum og á ein ella annan hátt roynir at reka lógarbundu uppgávuna, skúlan, við vánlaligari fíggjarligum grundarlagi enn kommuna 1. Hetta kann við røttum sigast at vera eitt væl ímillum pest og kolera. Í millum ein vánaligan fólkaskúla ella eitt hægri skattatrýst.
Vandin er stórur fyri at fólk velja at flyta í aðra kommunu, les at fólk flyta til kommunur í miðstaðarøkinum
Føroya kommunufelag metir at spurningur um útjavning eigur at vera viðgjørdur samstundis, ella innan at fleiri øki vera løgd kommununum at umsita.
Spurningur um útjavning og er ímillum evnini ið fara at vera umrødd á umboðsráðsfundi hjá Føroya Kommunfelag 23 og 24 februar.