Er tolið uppi við Wenger og Rodgers?

(Ljóðbrot) Hoyr hvat Helgi L. Petersen og Leivur Frederiksen siga um hetta

Fríggjadagin varð fótbóltspanelið á Rás2 mannað við Helga L. Petersen, hjálparvenjara hjá NSÍ, og Leivi Frederiksen frá KVF-ítróttartoyminum.

 

Saman við vertinum Tróndi Arge viðgjørdu teir um Arsene Wenger eigur at sleppa at halda fram, sum Arsenal-venjara, tá hann ikki hevur útvegað teimum meistaraheitið í fleiri kappingarár. Teir viðgjørdu eisini, um Brendan Rodgers eigur at sleppa at halda fram, sum venjari hjá Liverpool, aftaná sløku byrjanina hjá teimum reyðu. Lurtararnir tóku eisini lut í kjakinum gjøgnum sms-skipanina.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Helgi L. Petersen og Leivur Frederiksen søgdu.