Anna Arabo
Kann Høgni, ella onkur annar í býráðnum svara mær, hví ongin kommunal útstykking er her norðuri?
Sum eg eisini skrivaði tá, so eru bert seks grundstykkir givin tey seks árini vit hava verið í Havnar kommunu, øll úti í Kollafirði. Her inni í Firði, Oyrareingjum og Signabø eru nógv øki at byggja á. Okkum nýtist ikki at fara upp í fjøllini og byggja, men man hevur varhugan av, at Havnar Kommuna ætlar at avtofta hesi nevndu økini.
Eg havi onki ímóti einari bingjuhavn, men eg, og fleiri við mær, eru ímóti at kroysta hana niður á Oyrareingjum, tí tá verður ikki liviligt her. Allar staðir í Norðanlondum leggja tey eina tílíka havn uttan fyri bygt øki, tí hetta er larmandi virksemi.
Trivnaður kann ikki gerast upp í krónum og oyrum, so einfalt er tað!
Á Oyrareingjum 14/5ð07