Erik Hamrén: Eg spari ongan í morgin

Tað sigur svenski landsliðsvenjarin, sum í dag kom til Føroyar saman við restina av svenska landsliðnum fyrri dag.

 

Nógv svensk tíðindafólk eru komin til Føroyar fyri at fylgja svenska landsliðnum, sum í morgin skal spæla móti Føroyum. Fleiri teirra vildu vita hvussu Erik Hamrén ætlar at leypa á føroyska liðið.

 

- Føroyska liðið stendur aftarliga á vøllinum og verjir væl. Tí er tað týdningarmikið, at vit flyta bóltin nógv og fáa teir at renna, sigur Erik Hamrén.

 

Hann leggur afturat, at tað verður serliga frá vengrunum, at hann vónar at svenska liðið fer at bróta niður føroysku verjuna.

 

Erik Hamrén var venjari hjá Rosenborg, tá teir spældu móti NSÍ í Europa League. Hann mintist ikki hvat støðan bleiv á sinni, men hann dugdi at peika á at hann tá spældi á ovara vølli.

 

- Eg havi verið her fyrr við Rosenborg og eg veit at tað verður torført. Leikararnir her spæla við fullum hug og hjarta bukar fyri føroyska flagginum, sigur Erik Hamrén.

 

Svøríki skal týsdagin spæla móti Týsklandi, men tað kemur ikki at ávirka uppstillingina í morgin.

 

- Eg spari ongan í morgin. Tað kann gott verða, at tað verða nakrar broytingar á liðum til dystin móti Týsklandi, men tað er tí at tað er ein heilt øðrvísi mótstøða, sigur Erik Hamrén.

 

Zlatan Ibrahimovic er við í føroyum og vandi við í kvøld. Landsdysturin millum Føroyar og Svøríki verður í morgin klokkan 17.00.