Um tvær vikur kemur dansibandssangarin Eirik Johansen til Føroya við egnum bólki. Hann fer at spæla til dans í Havn.
Eirik Johansen er kendur sum sangari í eitt nú dansibandinum Scandinavia, og hann var eitt skifti sangari í Gluntan, men hann hevur eisini spælt nógv undir egnum navni.
Í næstum kemur Eirik Johansen aftur til Føroya at vitja, og hann fer at spæla til dans í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn tann 13. november.
Eirik Johansen hevur áður spælt í Føroyum, og tá var høllin á Skála á tremur við fólki.
Eirik Johansen hevur egnan bólk við sær til Føroya, og teir telja seks mans, teir fara at spæla hittini hjá Scandinavia, Gluntan og øðrum dansibandsbólkum.