Erin er fyrsta tropiska ódnin í ár

Árstíðin fyri tropiskum ódnum í Norðuratlantshavi er vanliga sett at byrja 1. juni. Tá er hitin í havinum vanliga farin upp um 27 stig, ikki bert í havskorpuni, men teir ovastu 50 metrarnir

Í fjør var tað 19. juni, at fyrsta tropiska lágtrýstið tók seg upp. Tað fekk navnið Alberto og menti seg til storm. Fyrsta ódnin var Debby, sum hevði ment seg til ódn í flokki 1, hetta er tann veikasti flokkurin. Í flokki 1 er vindferðin upp í 33 m/s – tað sama sum vit rokna vind í ódnarmegi í Føroyum. Hetta skrivar Veðurstova Føroya. 

 

24. september í fjør tók eitt tropiskt lágtrýst seg upp í Karibiska havi. Longu dagin eftir var vindurin farin upp í ódnarmegi, og 27. september var hon komin upp í flokk 4 – har sum vindferðin er upp í 61 m/s. 

 

Í ár hevur havið verið heitari enn í fjør, og fleiri veðurfrøðingar í USA hava tí væntað, at vit ikki skuldu bíða næstan til Mikkjalsmessu fyri at fáa ta fyrstu ódnina í flokki 4. Hon er har longu nú. 

 

Hon eitur Erin, og hon tók seg upp sum eitt tropiskt lágtrýst út fyri Vesturafrika fyri einari viku síðan, 11. august. Haðani er hon farin vestureftir og er so vaksin í megi alla tíðina. Fyrradagin dýptist hon við rúkandi ferð og fór frá at vera ein tropiskur stormur upp í ódn í flokki 4.

 

Higartil hevur hon gjørt skaða á Grønhøvdaoyggjum og fleiri oyggjum í Antillunum. 9 fólk hava latið lív, og 5 eru ikki komin afturíaftur.

 

Tropiska ódnin Erin er ikki farin í land í USA ella nøkrum øðrum stórum landi. Tað rokna tey heldur ikki við, at hon fer. Hon fer at halda seg yvir hav og fer norðureftir fram við eysturstrondini í USA.  

 

Tað er har, at lágtrýstini, sum koma ímóti okkum taka seg upp.

 

Tá ið tropiska ódnin Erin er komin nakað norðureftir, fer hon at blanda kalda luft upp í ta heitu luftina, sum melur við rúkandi ferð rundan um miðjuna. Tá verður hon eitt vanligt lágtrýst, sum vit kenna tað so væl í Føroyum. Heitið á lágrýstinum er tá Ex-Erin. 

 

Leygardagin er tað komið á leiðirnar beint sunnan fyri Flemish Cape við vindi upp í ódn og øgiliga nógvum regni. Haðani fer tað at taka eina leið beint ímóti Føroyum!

 

Meðan tað spakuliga nærkast, fer megin úr, og avfallið minkar. Eftir næsta vikuskifti er Ex-Erin komin eystur ímóti Írlandi. Enn er nógv megi eftir, men tað fer ikki at nærkast Føroyum meiri enn tað. Vit fara at fáa eysturættir í nakrar dagar og regn eisini, men ikki nógvan vind ella nógv regn.

 

So vit sleppa væl – eisini hesaferð.