Aftur í dag vóru tað genturnar á Erlu Kongsdóttir, sum vóru fremstar, tá ið genturnar kappaðust við 5-mannaførum.
Á Norðoyastevnu vann Erla sera tætta kapping við Hvassa av Oyri. Aftur í dag vóru tað hesir báðir bátarnir, sum kappaðust. Talan var aftur um harða og tætta kapping, men fjarstøðan á málinum var hesa ferð eitt vet størri, enn hon var tað fyri einari viku síðani.
Hesa ferð basti Blikur Sílinum í kappingini um triðja plássið. Á Norðoyastevnu var Sílið nummar trý.
Á Norðoyastevnu var Fípan Fagra ikki við orsaka av óhappi stutt undan róðrinum. Hesa ferð megnaðu genturnar úr Klaksvík at vinna seg fram á fimta plássið.
5 mannafør gentur
1 Erla Kongsdóttir 05:20.11
2 Hvassi 05:21.24
3 Blikur 05:25.02
4 Sílið 05:25.05
5 Fípan Fagra 05:27.12
6 Ørnin 05:28.00
7 Royndin Fríða 05:28.13
8 Tjaldrið 05:28.22
9 Pílur 05:46.04
Støðan
1 Erla Kongsdóttir 14
2 Hvassi 12
3 Blikur 9
4 Sílið 9
5 Royndin Fríða 4
6 Ørnin 3
7 Fípan Fagra 3
8 Tjaldrið 2
9 Pílur 0