Tað var als einki at rafla um, tá ið kvinnurnar í 5-mannaførum royndu seg fyri fyrstu ferð í ár í FM kapping.
Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði, Havfrúgvin úr Vestmanna og tveir bátar av Argjum – Teistin og Blikur – vóru við í kappingini. Beinanvegin eftir startskotið legði Erla Kongsdóttir seg framum hinar, og síðani var spurningurin bara, hvussu trivaligur sigurin fór at verða. Munurin bara øktist, og tá ið Erla Kongsdóttir fór stórspurtandi um málið, vóru tað tíggju seknund aftur til Teistan av Argjum, sum vann tætta kapping um næstfremsta plássið við Havfrúnna úr Vestmanna, ið var undan Bliki.
1 | 05:41.13 |
|
| |
2 | 05:51.15 |
|
| |
3 | 05:52.05 |
|
| |
4 | 06:08.18 |