Erla fyri fyrstu ferð

5-MANNAFØR GENTUR: Fyri fyrstu ferð nakrantíð eydnaðist tað leygardagin gentunum úr Fuglafirði at vinna genturóðurin

Leygardagin vann Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði søguligan sigur á Sundalagsstevnu í Hósvík. Hetta var fyrsta ferðin nakrantíð, at gentubáturin hjá fuglfirðingum vann hesa kappingina.
Tað hevur nógvu tey seinnu árini verið langt millum sigrarnar í kappróðri hjá fuglfirðingum, og tí var tað merkisvert, tá ið tað í fjør eydnaðist Erlu Kongsdóttir at vinna seks sigrar og harvið FM heitið, Men tað var í kappingini millum 5-mannafør við kvinnum.
Kappingin millum 5-mannafør við gentum er ikki so gomul. Fyrsta árið, at kappingin millum tær yngru og tær eldru var í tveimum var í 2005, og síðani tá hevur Erla Kongsdóttir ikki vunnið gentukappingina. Ikki fyrr enn leygardagin í Hósvík.
Á Norðoyastevnu vann Hvassi av Oyri, og Beinta úr Miðvági var næstfremst. Ta ferðina var Hvassi trý sekund frammanfyri Beintu, sum aftur var tvey sekund frammanfyri Erlu Kongsdóttir. Tað vil siga, at ta ferðina var Hvassi fimm sekund frammanfyri Erlu Kongsdóttir.
Tær í myrkareyða bátinum vóru eisini hesa ferð leingi væl við. Tær kappaðust við Erlu Kongsdóttir um fremsta plássið, og tað var leingi tætt. Men tá ið tað restaðu einir tvey hundrað metrar, gjørdu tær úr Fuglafirði ein orduligan vørr. Erla Kongsdóttir fleyg eina bátslongd framum, og á málinum var munurin fýra sekund ella meiri enn ein bátslongd.
Hesa ferð endaði Beinta á triðja plássi – eitt sekund frammanfyri Sílið.

1 Erla Kongsdóttir 05:59.18
2 Hvassi 06:03.11
3 Beinta 06:05.13
4 Sílið 06:06.13
5 Drekin 06:18.04
6 Spógvin 06:18.12

Støðan
1 Hvassi 13
2 Erla Kongsdóttir 12
3 Beinta 11
4 Sílið 7
5 Spógvin 6
6 Drekin 5
7 Teistin 1