Fyrr í dag vunnu kvinnurnar úr Fuglafirði umborð á Rádna trivaligan sigur í kappingini millum 6-mannafør. Harvið hevur Rádni vunnið allar fýra FM róðrarnar, og harvið er Rádni greiður FM favorittur.
Nú hevur Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði vunnið kappingina millum 5-mannafør við kvinnum. Á norðoyastevnu vann Teistin av Argjum. Síðani hevur Erla Kongsdóttir vunnið, og soleiðis var tað aftur í dag.
Teistin sprakk avstað, Teistin var fremstur eina løtu, so stóð stavn um stavn í eina løtu, men tøkini hjá Erlu Kongsdóttir kendust muna betri, og í sjálvum endaspurtinum var yvirhøvur eingin ivi. Erla Kongsdóttir fleyg frá avbjóðaranum, og á málinum var munurin meiri enn ein bátslongd.
Tveir bátar úr Klaksvík kappaðust um bronsuplássið. Ta kappingina vann Fípan Fagra, sum kom á mál tvær bátslongdir aftanfyri Teistan og næstan tvær bátslongdir frammanfyri Teklu.
1 Erla Kongsdóttir 05.39.23
2 Teistin 05.43.03
3 Fípan Fagra 05.49.00
4 Tekla 05.52.21
5 Blikur 06.11.17
6 Frúgvin 06.14.10