Í gjár vóru helmingurin av dystunum í fyrsta umfari í bólkaspælinum í Champions League. Stóra søgan er, at bæði Erling B. Haaland og Kylian Mbappé skoraðu tvey mál í sigrum fyri ávikavist Manchester City og Paris Saint Germain.
Erling B. Haaland hevur nú skorað 25 mál í bara 20 dystum. Tað er óhoyrt og nýtt met. Eitt nú skoraði Cristiano Ronaldo, sum í dag er toppskjútti í kappingini við 140 málum, einki mál í sínum fyrstu 20 dystum. Samstundis hevur Kylian Mbappé tikið eitt met frá Lionel Messi. Hann er nú yngsti spælarin at røkka 35 málum.
Bólkur E:
Dinamo Zagreb tók øll á bóli og vann 1-0 á Chelsea. Longu aftaná eitt korter legði Mislav Orsic heimaliðið á odda. Chelsea megnaði ikki at svara aftur og í dag er venjarin, Thomas Tuchel, koyrdur.
Í hinum dystinum í bólkinum spældu FC Salzburg og AC Milan javnleik. Hetta letur upp fyri, at Dinamo Zagreb hevur ein møguleika, at stjala sær eitt gott pláss í bólkinum, um heimaformurin stendur við.
Bólkur F:
Real Madrid er verandi meistari og tað er ikki uttan orsøk. Real Madrid vann 3-0 á Celtic. Vinicius Junior legði fyri, Luka Modric økti við uttarisíðuni og ein nærmast endurføddur Eden Hazard setti punktum.
RB Leipzig hevur eins og Chelsea koyrt venjaran. Hetta eftir at liðið tapti heili 4-1 á heimavølli móti Shakhtar Donetsk, sum er hart rakt av krígsumstøðunum í Ukreina. Stóra upplivingin var Mykhailo Mudryk, sum bæði skoraði og legði upp fyri gestirnar úr Ukreina.
Bólkur G:
Erling B. Haaland heldur fram við at skjóta mál. Manchester City vann í gjár 4-0 á Sevilla og Erling B. Haaland skoraði tvey av teimum. Hini skoraðu Phil Foden og Ruben Diaz.
FCK fekk oyrini í maskinuna, tá teir vóru á vitjan í Dortmund. Heimaliðið hevði tamarhald á meginpartinum av dystinum og vann greitt 3-0. Marco Reus, Raphael Guerreiro og Jude Bellingham skoraðu málini.
Bólkur H:
Stóri dysturin í hesum umfarinum var millum PSG og Juventus. Stjørnuálopið við Kylian Mbappé, Neymar og Lionel Messi vísti gott spæl, sum endaði við at Kylian Mabppé legði PSG á odda 2-0 í fyrra hálvleiki. Juventus minkaði um munin, men tað var ikki nokk. Í hinum dystinum í bólkinum vann Benfica 2-0 á heimavølli móti Maccabi Haifa.
Í kvøld verður seinna hálva av fyrsta umfarinum spælt.