Erna Háberg í annað starv

Nýggi økisleiðarin fyri Heimarøktina í Suðurstreymoy verður Erna Háberg, sum farnu trý árini hevur verið leiðari fyri Heimarøktina.

Erna Háberg, sum hevur verið leiðari á Heimarøktini seinastu trý árini, sigur nú upp og fer í starvið sum økisleiðari hjá Heimarøktini fyri Suðurstreymoy. Fyrrverandi økisleiðarin í Suðurstreymoy, Kitty Vang, fór fyrst í farloyvi í eitt ár og hevur síðani sagt upp. Hennara starv varð lýst leyst og freistin at søkja var úti hálvan juli. Og Erna Háberg valdi at søkja.

­ Tað virkar fyri summum kanska eitt sindur løgið, at man fer úr einum hægri starvi í eitt lægri, men seinastu átta árini hava verið ógvuliga strævin, fyrst sum leiðari á Heimahjálpini í 5 ár og so nú sum leiðari á Heimarøktini í 3 ár, og nú trongi eg til at røkja eitt minni krevjandi arbeiði. So einfalt er tað. Enn havi eg ikki sagt upp, men tað geri eg skjótt, tí 1. okt. fari eg í nýggja starvið, sigur Erna Háberg.

Í nakrar vikur hevur Erna verið sjúkrameldað, men mánadagin fer hon aftur til arbeiðis sum leiðari á Heimarøktini. Elspa Lützen hevur virkað sum leiðari meðan Erna hevur verið burturi.