Erotikkur, flog og hin óumberliga einsemin

Hetta er evnið í fyrsta føroyska operu-verkinum, Í Óðamansgarði, sum í kvøld verður frumframført í Norðurlandahúsinum. Tónlistin er eftir Sunnleif Rasmussen, sum hesi seinni árini, meiri enn nakar annar, hevur lyft føroyskan tónleik upp á eitt altjóða støði. Sunnleif er nýafturkomin úr Berlin, har eitt kórverk eftir hann við støði í skapanarsøguni, varð framført um vikuskiftið. Eftir eina royndarframførslu týskvøldið fann blaðmaðurin Sunnleif á máli og skifti nøkur orð við hann um operuna og íkomu hennara.

Hetta er eitt musikalskt fjøllistaverk. Meginhugskotið er at siga eina søgu, sum kemur fram í einari musikdramatiskari tilgongd, sigur Sunnleif. Hetta er so at siga ein myndvevnaður av ljóðum, sum ísenn skapar hugløg í leikgongdini og drívur hana fram. Í so máta er verkið ikki øðrvísi enn aðrar operur.
Blaðm.: Kortini er verkið, nú havi eg sæð tað einaferð, eingin siðbundin opera?
Nei. Siðbundin opera eyðkennist av tí, sum vit kalla recitativ, t.v.s. at øll tilsvør ymiskt verða sungin ella framborin á sangkendan hátt, antin talan er um dialog ella monolog. Tað verður ikki gjørt í sama mun her. Einasti lutverkið, sum verður sungið upp á hevdbundnan máta, er lutverkið hjá Óðamanni. Verkið er í roynd og veru ein samanblandingur av mongum stílgreinum.
Blaðm.: Ella við myndlistarligum orðalagi, blandað tøkni?
Ja, tað er ikki av leið. Sjálvur plagi eg at siga, at upprunamerkingin av orðinum musikkur, um tú leitar eini túsund ár aftur í tíðina, er ikki tónleikur burturav. Hugtakið var meira fjølkynjað enn so. Hevði í sær bæði skaldskap, dans, drama og tónleik. Tak eitt nú føroyska dansin (hóast eingin ljóðføri sum so verða nýtt í honum). Síðani er musikkur so komin at merkja tónleik burturav. Hitt er við tíðini sáldað frá. Men upprunin er sum sagt nógv meira samansettur.
Blaðm.: Eigur tú einsamallur uppleggið, bæði tað tónlistarliga og tað dramatiska?
Nei. Ikki tann dramatiska partin. Honum hevur Dánjal Hoydal í høvuðsheitum staðið fyri. Tað tók drúgva tíð hjá okkum, at tosa okkum saman og finna eina felags grund at byggja á. Eg hevði mínar hugmyndir um, hvussu hetta skuldi vera, og royndi at fáa hann at samtykkjast við tær. Fyrsta uppskotið, hann kom við, var at gera eitt slag av sangleiki, líkasum ein musical, við sangi og leiki hvørt um annað, men tað hevði eg lítlan hug til. Mín grundhugmynd var, at teir báðir søgupersónarnir hjá Williami Heinesen, t.e. Marselius og Stella Kristina, skuldu vera tveir so heilskapaðir persónar, sum tað nú bar til at fáa teir í einum musikkdramatiskum verki. Tey skuldu kennast sum verulig fólk, vera kjøt og blóð á pallinum, einstaklingar, sum tosaðu og bóru seg menniskjansliga at. Ikki sum í siðbundnari operu, har persónslýsingarnar verða stílførdar í sangi. Tak eitt nú ariuna, sum eyðkennir hevdbundna operu. Í ariuni verður eitt kenslulag ella ein sinnistilstandur fastfrystur og síðani viðgjørdur fyri seg tónlistarliga í einar fimm minuttur ella so. Eg vildi afturímóti ikki, at sangararnir skuldu syngja ariur, men í staðin vera eitt slag av rødd aftanfyri, við síðuna av, áðrenn ella frammanfyri tað, sum verður sagt ella talað á pallinum, tað, sum fer fram millum persónarnar í søguni.
Blaðm.: Men tað júst hatta, sum tekur seg eitt sindur fremmant út í mun hevdbundna operu, har sangararnir eru leikarar og øvut. Her eru hinvegin tríggjar sundurskildar víddir: leikarar, sangarar og dansarar.
Ja, dansararnir. Tað var nokkso skjótt, at vit vildu hava teir upp í eisini. Verkið snýr seg jú um ung fólk ella beinavegin børn, ið hvussu er í byrjanini. Her er tí nógv og lívligt hugflog uppií. Marselius og Stella Kristina liva í eini sovorðnari hálvímyndaðari verð, sum børnum líkt. Tey gera seg at vera fuglar t.d. og flúgva út um hugans víðavangir. Og nettupp hetta orðið at flúgva spældu vit okkum nógv við, Dánjal og eg, tá ið vit settu fyrstu aktina saman.
Blaðm.: Hvussu skipaðu tit samstarv tykkara, eg meini, skrivaði tú tónleik og Dánjal síðani tekst?
Nei, nei. Vit tosaðu, sum nevnt nógv saman. Hann skrivaði uppskot og sendi mær. Eg gjørdi so viðmerkingar til tað, ið hann hevði sett á blað. Eg fór, satt at siga, ikki undir at skrivað tónleikin, fyrrenn allur teksturin var heilt liðugur. Treyðugt so, okkurt havi eg í tí arbeiðinum broytt í tekstinum, ymiskt, sum eg helt kundi riggað betur í teirri musikalsku heildarmyndini, men tað var ikki tað nógva kortini.
Blaðm.: Verkið er bygt á samnevnda stuttsøgu eftir William Heinesen. Hvussu standa stuttsøga og opera í mun til hvørja aðra?
Súmbolikkurin og grundtema eru tey somu, haldi eg. Syndafall. Erotikkur. Deyðin. Makt og avmakt í viðurskiftunum millum fólk, sum eru tætt knýtt at hvørjum øðrum, ja, enntá óloysiliga, men kortini spæla hetta spælið, ið vit øll kenna, tú veit: ver hjá mær, vík frá mær. Og so er tað einsemin. Henni, sum vit øll sita eftir við, tá ið av tornar.
Blaðm.: Eg skilji á lagnum, at Eyðun Johannesen eisini hevur havt eina hond uppií?
Jú, tað er beint. Hann hevur verið ein hollur stuðul sum dramaturgiskur ráðgevi. Hann kom inn í hesa tilgongdina av og á við góðum ráðum og legði okkum lag á.
Blaðm.: Tað ljóðaði eisini, at hann skuldi leikstýra uppsetingini?
Tað passar. Men so noyddist hann undir skurð niðri, so honum barst frá og Ria Tórgarð tók uppgávuna á seg í staðin.
Blaðm.: Í einum viðtali í íslendska Morgunblaðnum við Eyjólf Eyjólfsson, ein teirra, sum syngur í Óðamannagarði, var nevnt, at arbeitt var við at selja operuna uttanlands, hvussu er við tí?
Jú, ymiskt er í umbúna. Higar koma eini seks fjølmiðlafólk til frumframførsluna, m.a. frá BBC, The Times og Opera-Welt. Helst koma umboð fyri operahús eisini. Nú er tað soleiðis, at flestu operahús hava fingið tøkniliga útgerð til at teksta sýningar, næstan sum í sjónvarpi, so tað er lagamanni at framføra á hvørjum máli sum er.
Blaðm.: So tit hava egnt línuna væl, skilji eg?
Ja, tað vil siga, at tað er forlagið hjá mær, sum stendur fyri tí.
Blaðm.: So tað verður ikki gjørt gjøgnum Norðurlandahúsið, meðni, ella føroyskar myndugleikar?
Nei, tað verður tað ikki. Og tó, Ferðaráðið hevur goldið fyri tvey av hesum fjølmiðlafólkunum, ið koma, og eisini skipað fyri útferðum.
Blaðm.: Hvørji eru útlitini fyri verkinum uttanoyggja?
Nú veit eg ikki skil á øllum, sum hendir úti í operaheiminum, men sjálvur havi eg so ongantíð sæð hetta uppleggið ella konseptið fyrr. Tað er sjálvandi altíð spennandi at vita, hvussu leikur fer, serliga tá ið tú, sum í hesum førinum, roynir nýggjar leiðir. Men sum heild haldi eg, at endaliga úrslitið, listarliga, ið hvussu er, er í góðum samsvari við tað, eg upprunaliga ætlaði.